d6333e04f12f8d48659eaa51a2d56467.jpg
Skriva út
Lagt út: 07.06.2012

Katrin á Norði vart ph.d. við Syddansk Universitet

Mánadagin 4. juni vardi Katrin á Norði ph.d.ritgerð sína: “Anaerobic oxidation of methane in freshwater sediments” við Nordic Centre for Earth Evolution, Biologisk Institut, Syddansk Universitet.

Bo Thamdrup, professari við Biologisk Institut, Syddansk Universitet hevur verið vegleiðari. Opponentar vóru Dr. Marc Trimmer við School of Biological and Chemical Science, University of London og Dr. Henrik Fossing við Institut for Bioscience - Marine Økologi, Aarhus Universitet. Formaður í dómsnevndini var Donald Canfield, professari við Biologisk Institut, Syddansk Universitet.

Samandráttur av ritgerðini
Á Nordic Centre for Earth Evolution verður millum annað granskað í, hvussu umhvørvið var á jørðini fyri fleiri milliónum árum síðan og hvussu veðurlagsbroytingar ávirka jørðina (www.nordcee.dk).

Metan er eitt vakstrarhúsgass, sum er 21 ferðir sterkari enn CO2, sum er tað vakstrarhúsgassið flestu av okkum kenna til. Á sama hátt sum nøgdin av CO2 í atmosferðuni er økt munandi, er nøgdin av metan eisini fleirfaldað tey seinastu 200 árini.

Katrin á Norði hevur kannað bakteriur, sum gera metan til CO2 í umhvørvum, har einki oxygen er til staðar, “Anaerobic Oxidation of Methane”, og sostatt kunnu tær minka um vakstrarhúsárinini.

Hesar bakteriur finnast í havbotninum, har tær taka burtur 90% av øllum metaninum, sum verður gjørt í sjálvum botninum. Sjálvt um havið hylur næstan 75% av allari jørðini, stava bert 2% av øllum metaninum í atmosferuni frá havinum. Í feskvatni verður nógvar ferðir meira metan gjørt, og uml 30% av øllum metaninum í atmosferuni stava frá feskvatnsøkjum.

Katrin hevur kannað hesar bakteriur í feskvatni, og hvussu umhvørvið kann vera avgerðandi fyri, hvussu nógv metan hesar bakteriur kunnu taka burtur. Hon hevur víst á, at har umstøðurnar eru tær røttu, kunnu hesar bakteriur eisini taka burtur 90% av metaninum, sum verður gjørt. Hon hevur eisini kannað, akkurát hvørjar processir gera seg galdandi, og nógv av hennara úrslitum eru rættiliga slóðbrótandi. T.d. hevur hennara arbeiði víst, at hesar processir kunnu vera av stórum týdningi í nógvum ymiskum feskvatns umhvørvum, meðan tann siðbundna hugsanin er, at tað eru bakteriur, sum tola oxygen, sum gera tað mesta av metaninum til CO2 í feskvatni.

Les um Katrin á Norði í Heilagrunninum