Karmarnir fyri gransking styrktir
Í júst samtyktu fíggjarlógini fyri 2024 er játtanin til stuðul til gransking økt fyri fyrstu ferð í langa tíð. Í nógv ár hevur játtanin verið 7,5 mió. krónur. Játtanin í 2024 er hækkað við 1,5 mió. kr. til 9 mió. krónur.
Eisini er tað fyri fyrstu ferð samtykt at játta fígging til føroyska luttøku í altjóða granskingarátøkum. Ítøkiliga merkir hetta, at føroyskir granskarar kunnu søkja um stuðul til luttøku í tveimum norðurlendskum og tveimum evropeiskum átøkum, sum kunnu geva møguleikar fyri øktum samstarvi og meira vitan um viðkomandi evnir fyri Føroyar.
- Vit fegnast um, at karmarnir fyri gransking verða styrktir í 2024. Hetta eru íløgur, sum fara at koma samfelagnum til góðar, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum.
Hóast játtanin til stuðul til gransking er økt, verður neyvan talan um stuðul til fleiri verkætlanir í 2024, tí Granskingarráðið hevur gjørt av hækka markið fyri, hvussu nógv hvør verkætlan kann fáa í stuðli. Hetta er neyðugt, tí at lønirnar eru hækkaðar munandi seinastu nógvu árini og tí eru játtanirnar til einstøku verkætlanirnar minkaðar lutfalsliga.