Skriva út
Lagt út: 06.04.2009

Kári á Rógvi vart Ph.D.ritgerð


Hósdagin 2. apríl 2009 vardi Kári á Rógvi Ph.D.ritgerð sína: "West-Nordic Constitutional Judicial Review –A Comparative Study of Scandinavian Judicial Review and Judicial Reasoning" við Háskóla Íslands.

Í metingarnevndini, sum góðkendu ritgerðina til verju, vóru Eiríkur Tómasson, Björg Thorarensen og Róbert R. Spanó, øll professarar við lagadeild Háskóla Íslands.

Andmælingar til verjuna vóru dr. Eivind Smith, professari á Oslo Universitet og dr. Guðmundur Alfreðsson, professari við Háskólann á Akureyri og Strasbourg.

Róbert R. Spanó professari stjórnaði verjuni.

Leiðbeinari hevur verið Eiríkur Tómasson, professari við lagadeild Háskóla Íslands.

Les meira um Kára á Rógvi í Heilagrunninum