Psoriasis.jpg
Skriva út
Lagt út: 12.04.2019

Kanning skal økja kunnleikan um psoriasis í Føroyum

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina verkætlan frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunnninum.

Stuðulin á 398.000 kr. til Føroya Psoriasisfelag er til eina kanningarverkætlan, sum kallast: “Nútímansgerð av eldri kanning fyri psoriasis”.

Psoriasisfelagið sigur soleiðis um verkætlanina:

“Í 1948 gjørdi læknin Gunnar Lomholt, sum tá var lækni við Klaksvíkar sjúkrahús, eina kanning av øllum íbúgvunum í Norðoya læknadømi, við atliti til sjúkuna psoriasis. Kanningin varð í 1963 vard sum doktararitgerð við lærda háskúlan í Keypmannahavn Talan er um mest gjøgnumførdu kanning av psoriasis í Føroyum nakrantíð, gjørd eftir tátíðarinnar mest framkomnu vitan og tøkni.

Síðani kanningin hjá Lomholt varð gjørd, er nógv nýggj vitan og tøkni komin fram um sjúkuna. Endamálið við hesi kanningini er tí at nútímansgera virðismiklu kanningina hjá Lomholt, tí hon kann hjálpa við at lýsa nærri týdningin bæði arvaligheit og umhvørvi hava í einum nútiðar høpi, og er eisini endamálið við hesum kanningararbeiðinum.

Ein nútímansgerð av kanningini hjá Lomholt tekur fyri tað fyrsta støði í teimum ættartalvunum, sum hann framleiddi í sambandi við sína nú 70 ára gomlu kanning. Í tilfarinum hevur hann ein lista og allar ættartalvur við sjúklingum, sum í kanningini vórðu eyðmerktir við psoriasis.

Í hesi verkætlanini verða hesar ættartalvur skipaðar og settar upp soleiðis, at tær kunnu  samanberast við verandi Ættarbandsskrá, sum er eitt ættartræ yvir føroyingar, ment í samstarvi við Landsskjalasavnið, og fevnir um tíðarskeiðið frá umleið ár 1650 til í dag. Soleiðis er Ættarbandsskráin eisini er eitt amboð, sum m.a. kann nýtast til at staðfesta og kannað arvaligheit í sjúkum millum føroyingar.

Endamálið Í hesi kanningini er at eyðmerkja sjúklingarnar í kanningini hjá Gunnar Lomholt, tí tá er leiðin løgd fyri, at hansara úrslit kunnu samanberast við ta gransking, sum í dag fer fram innan arvaligheit og genetikk.

Fyri Psoriasfelagið hevur hetta arbeiðið avgerandi týdning á tveimum mótum. Tað fer at geva nýggja vitan um, hvussu sjúkan er knýtt at ávísum umhvørvum og familjum í landinum. Uppgávan inniheldur tí ein sosialsøguligan part, t.e. viðvíkjandi ætt, sosialstøðu v.m. hjá hesum sjúkrabólki . Eins týdningarmikið er, at øktur kunnleiki um umhvørvisligu og familieru viðurskiftini í 1950’unum, kann stuðla undir kunning, diagnostisering, viðgerð og røkt innan sjúkuna psoriasis í nútíðini.

Kanningararbeiðið hevur fingið fíggarligan stuðul úr Sjúkrakassagrunninum og verður gjørd í samstarvi millum Psoriasfelagið og Ílegusavnið. Arbeiðið verður eisini gjørt í samstarvi við Ester W. Jacobsen, lækna og ph.d. lesandi, ið er serfrøðingur innan psoriasis. Verkætlanarleiðari er Anna Katrin Matras.”