Kanning av sálarheilsuni hjá miðnámsskúlanæmingum stuðlað
Granskingarráðið hevur játtað felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar stuðul til verkætlanina: “Sálarheilsan hjá føroyskum miðnámsskúlanæmingum”.
Stuðulin, kr. 274.064, er játtaður frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.
Súsanna Skaale er verkætlanarleiðari og Annika H. Davidsen er fakligur vegleiðari. Tær eru báðar í hálvum starvi sum sálarfrøðingar hjá Sernámi við ábyrgd av miðnámsskúlaøkinum. Felagið kemur at standa fyri arbeiðinum, sum fer at verða gjørt í samstarvi við Sernám og við loyvi frá avvarðandi myndugleikum.
Felagið sigur m.a. soleiðis um verkætlanina:
Vit vita lítið um sálarheilsuna hjá føroyskum ungdómum. Tær fáu kanningar, ið hava verið gjørdar á økinum, vísa tó, at børn og ung stríðast sálarliga eins og børn og ung í okkara grannalondum.
Sálarheilsa og sálarligur trivnaður hevur avgerandi ávirkan á, um ung fólk megna at fullføra eina miðnámsskúlaútbúgving. Norðurlendsk gransking hevur víst, at sálarligar avbjóðingar eru ein avgerandi orsøk til, at ung gevast við miðnámsútbúgvingini og sostatt eru í øktum vanda fyri at standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin og at fáa varandi sálarligar trupulleikar . Tað, sum tykist vera serliga galdandi í Føroyum, er, at long tíð gongur, áðrenn tey ungu fáa hjálp, og tá er tørvurin á viðgerð størri, enn um tey fingu hjálp fyrr. Tí hevur fyribyrgjandi arbeiði av ymsum slag avgerandi týdning á hesum øki – fyrst og fremst fyri einstaklingin og tey, ið varða av, men eisini fyri at minka um tær samfelagsligu útreiðslur, ið standast av sálarligum trupulleikum. Fortreytin fyri at kunna fremja neyðugu átøkini fyri føroyska ungdómin er tó, at vit hava álítandi vitan um júst sálarheilsuna hjá føroyskum ungdómi.
Sum nú er, eru eingi tøl, ið lýsa sálarheilsuna hjá føroyskum ungdómum, og vit hava bert útlendsk hagtøl at samanbera okkum við. Tað er umráðandi at fáa til vega føroysk hagtøl, soleiðis at miðvís átøk kunnu setast í verk fyri at hjálpa teimum ungu. Verkætlanin fer at vísa, hvussu føroyskir miðnámsskúlanæmingar trívast sálarliga, og um serlig øki ella skúlar í landinum, kyns- ella aldursbólkar eru serliga útsett.
Verkætlanin fer at enda við eini skrivligari frágreiðing og einum tilmæli grundað á úrslitini, m.a. um ítøkilig sálarheilsufremjandi tiltøk á økinum.
Høvuðsøki 1
Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.
Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.
Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her
Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her
Les um felagið Føroyskir Sálarfrøðingar her