77676b594b0ca49a326f7c6a25ceb8ed.jpg
Skriva út
Lagt út: 10.11.2014

Kanning av kyksilvurstigi í karibiskum delfinum

Russell Fielding og David W. Evands skriva í nýggjari grein í tíðarritinum Marine Pollution Bulletin um kanningar av kyksilvurstignum í tveimum sløgum av karibiskum delfinum, sum verða veiddar til matna á oynni St. Vincent. Teir vísa á, at stigið er væl hægri enn í øðrum sjómati, og á tey møguligu árinini, sum hetta kann hava á heilsustøðuna hjá fólkinum á St. Vincent.

Greinin kallast “Mercury in Caribbean dolphins (Stenella longirostris and Stenella frontalis) caught”.  Hon kann lesast her  (krevur hald)

Russell Fielding starvast í dag sum Assistant Professor á The University of the South í USA.

Greinin er úrslit av verkætlanini “Culture and Conservation: A Comparative Study of Artisanal Whaling in the Faroe Islands and the Caribbean” , sum var lutvíst fíggjað úr Granskingargrunninum.

Stuðulsyvirlitið

Mynd: Fairsing