6f679444a35dd3e103faebd47ed2a96a.JPG
Skriva út
Lagt út: 03.01.2011

Kalbaksfjørður í altjóða vísindatíðarriti

Í vísindatíðarritinum "Journal of Plankton Research" er grein um gróðurin á Kalbaksfirði, ið Eilif Gaard og Gunnvør á Norði á Havstovuni og Knud Simonsen á Náttúruvísindadeildina hava skrivað. Hon kann lesast í her í html um tú hevur atgongd til tíðarritið.

Í greinini verður víst, at Kalbaksfjørður, og helst eisini aðrir firðir í Føroyum, hava eina sera høga framleiðslu av plantuæti í mun til firðir í Íslandi, Vesturskotlandi og Noregi. Framleiðslan í føroysku firðunum er 2-3 ferðir hægri enn í grannalondunum, og hetta er helst tí at føroysku firðirnir sum heild eru styttri enn í grannalondunum, hava góða útskifting av sjógvi og at veðrið er óstøðugt.

Fyritreytir fyri gróðri í sjónum eru, at ljós og tøðevnir eru til staðar. Í flestu firðum ger áarvatnið eitt lag í ovastu metrunum, ið liggur sum eitt lok omaná tyngra sjógvin í neðra við bert lítlari blanding ímillum løgini. Tá hetta hendir, er tað rættiliga skjótt, at gróðurin brúkar upp øll tøðevnini í ovasta laginum, og søkir tí niðureftir ímóti tyngra sjónum, har fleiri tøðevni eru. Har niðri er minni ljós, og úrslit er sum heild, at gróðurin verður avmarkaður. 

Greinin byggir í stóran mun á mátingar, sum Gunnvør á Norði hevur framt í 2006 og 2007 og er partur av Ph.D.ritgerðar arbeiði hennara. Hon skal eftir ætlan verja sína Ph.D.ritgerð í næstum. Granskingarráðið hevur saman við øðrum stuðlað verkætlanini hjá Gunnvør á Norði.

Les meira um greinina á heimasíðuni hjá Havstovuni  og Náttúruvísindadeildini

Les um verkætlanina hjá Gunnvør á Norði í Stuðulsyvirlitinum