Kaffiprát við ein granskara flutt til kl. 18 til 19.20
Heldur tú, at granskarar eru langligir, turrisligir ella gáloysnir? Á Vísindavøkuni fært tú møguleika fyri at kanna eftir, um hetta eru fordómar ella veruleiki.
Í hugnaligu Vísindavøkukaféini á Østrøm verður høvi at fáa eitt kaffiprát við ein granskara. Tú fært møguleika at bjóða einum granskara, ið tú hevur serliga góðan hug at hitta, ein kopp av kaffi ella te, og saman kunnu tit lata hugin renna, har opinleiki og forvitni eru lyklaorð.
Kanska hevur tú ein ítøkiligan spurning, sum tú kundi hugsað tær at sett einum granskara? Kanska vilt tú vita, hvat tað í veruleikanum er, sum granskarar fáast við, og hvussu ein gerandisdagur hjá einum vísindafólki er? Ella kanska vilt tú heilt einfalt bara vita, hvussu tað er at drekka ein kopp av kaffi saman við einum granskara?
Avtalur við granskarar um kaffiprát verða gjørdar á staðnum. 20 minuttir eru til hvørt kaffiprát, og tey, ið halda seg framat fyrst, fáa møguleikan.
Tiltakið verður frá kl. 18.00-19.20.