Gapminder spurnakanning.PNG
Skriva út
Lagt út: 01.10.2018

Judith Rasmussen vann lutakastið

Á Vísindavøkuni skipaði Granskingarráðið fyri eini spurnakapping við spurningum frá Gapminder.

Nógv vitjandi royndu seg, serliga vóru tað skúlanæmingar. 

Spurningarnir vóru m.a. um hvussu nógv av 1 ára gomlu børnunum í dag eru koppsett móti onkrari sjúku og hvør væntaði miðallivialdurin fyri allar heimsins íbúgvar er.

Vinnarin av lutakastinum varð Judith Rasmussen. Hon gongur í 9. flokki í Skúlanum á Argjahamri og var við flokkinum á Vísindavøku. Vinningurin var eitt gávukort til Havnar Bio.

Um onkur hevur hug at royna seg, er spurnablaðið her

Til ber eisini at royna seg við ensku útgávuni á Gapminder.org. Svarar tú alt rætt, fært tú eitt prógv sendandi,