Jón Joensen ph.d. í fysioterapi
Hósdagin 15. august vardi Jón Joensen úr Vági ph.d. ritgerð við Universitetet i Bergen. Ritgerðin er um virknaðin av lasaraviðgerð í fysioterapi.
Jón Joensen er fysioterapeutur frá Aarhus og hevur síðani lokið høvuðsgrein í fysioterapivísindum við Universitetet i Bergen. Hann hevur seinastu árini arbeitt á Institutt for Ergoterapi, Fysioterapi og Radiografi á Høyskoleni Bergen. Jan Magnus Bjordal, professari, hevur verið vegleiðari hansara í ph.d.arbeiðinum. Heitið á ritgerðini er ”Biophysical and biological effects from Low-Level-Laser-Therapy”.
Um ritgerðina
Viðgerðarhátturin lágorku-lasar er ein av fleiri sløgum av amboðum, sum fysioterapeutar brúka at viðgera sjúklingar. Tað er væl skalprógvað, at hendan viðgerðin virkar brunadoyvandi lokalt og pínulinnandi og at hetta fremur skaðaleking.
Lágorku-lasari verður millum annað brúktur til viðgerð av sinuskaðum. Í slíkari viðgerð skal orkan í lasarastráluni gjøgnum húðina,áðrenn hon kann virka á sinuni. Jón Joensen hevur í síni ritgerð kannað, hvussu viðgerð við lágorku-lasara gevur hita í húðini. Hann hevur hugt at, hvussu nógv av orkuni frá støðugari og frá glampandi infrareyðum stráling verður upptikin og umgjørd til hita í húðini og hvussu nógv sleppur ígjøgnum og rakar sinuna undir viðgerð. Jón Joensen hevur eisini kannað um ymiskur húðalitur, kyn og aldursbólkur hevur týdning í hesum sambandi. Kanningin vísti at hitamenningin er lítil (minni enn 1,5 stig) við viðmæltu viðgerðarstyrkini. Undantakið var í heilt myrkari húð, har infrareyður lasari við bylgjulongd 810 nm og støðugari strálu hevði við sær eina munandi hitaøking (meira enn 9 stig).
Jón Joensen hevur eisini kannað, hvussu nógv av optisku orkuni frá lasarastráluni fer gjøgnum húð á rottum, og er komin fram til at glampandi infrareyður lasari við bylgjulongd 904 nm slapp betri ígjøgnum enn støðugur lasari viðbylgjulongd 810 nm. Hetta er ein møgulig frágreiðing um, hví viðgerðir í kliniskum kanningum hava fingið góðan virknað við lægri viðgerðarnøgd frá glampandi infrareyða 904 nm lágorku-lasaranum.´
Í eini kanning vóru rottur við hælsinuskaða beint efttir skaðanviðgjørdar við glampandi infrareyða 904 nm lágorku-lasaranum, Her staðfesti Jón Joensen, at ov skjót viðgerð (minni enn 30 minuttir) kann føra til, at økið hovnar meira.
Kelda: uib.no
Les um Jón Joensen í Heilagrunninum