Johannis Danielsen Snarrodukapping
Skriva út
Lagt út: 25.09.2022

Jóhannis Danielsen helt bestu snarrøðuna

Jóhannis Danielsen, ph.d. í ivfrøði og granskari á Havstovuni, vann snarrøðukappingina á Vísindavøkuni. Hann røddi í 150 sekund um havhestar, sum reiðrast í Føroyum.

Dómsnevndin metti, at snarrøðan hjá Jóhannisi var áhugaverd og skemtilig við ymsum fakta, sum kveikti forvitni hjá áhoyrarunum eftir at vita meira.

Kappingin snýr seg um heilt stutt at leggja fram innihaldið á einum granskingar-postara. Tiltakið verður skipað soleiðis, at nakrir granskarar eftir tørni hava hvør sína stutta framløgu, sum skal vera:
- 150 sekund munnlig framseting
- við eini mynd á vegginum, sum er avrit av sjálvum postaranum og
- uttan kjak og spurningar úr salinum

Hesaferð kappaðust fýra granskarar um at vinna ársins snarrøðukapping.

Í dómsnevndini vóru Katrin Apol, Marnar Fríðheim Kristiansen og Dagmar Joensen-Næs.