Jørðin og mánin eru 60 milliónir ár eldri, enn vit hildu
Ein nýggj kanning av gassi í gomlum steinum vísir, at jørðin og mánin eru nógv eldri, enn granskarar fyrr hava mett. Hetta merkir millum annað, at 40 milliónir ár eftir, at okkara sólarskipan byrjaði sína tilevning, varð jørðin til.
Á ráðstevnuni “Goldschmidt Geochemistry”, ið varð hildin týsdagin í Sacramento í Kalifornia, kunngjørdi eitt granskaratoymi frá University of Lorraine í Franklandi óvæntaði úrslit.
Teirra úrslit vístu, at jørðin sær út til at vera 60 milliónir ár eldri, enn granskarar fyrr hava mett, og at jørðin sambært hesum varð tilevnað einans 40 milliónir ár eftir, at okkara sólskipan byrjaði sína tilevningargongd.
Granskarar leita eftir smáum gasslummum
Granskaratoymið hevur funnið fram til hetta úrslit við at kanna eina røð av steinum av slagnum kvarts.
Tað er tó ikki møguligt at finna veruliga aldurin á jørðini við einans at kanna steinarnar. Teir hava jú verið smeltaðir og storknaðir eitt ótal av ferðum, síðan jørðin varð til, og tað er tí ikki møguligt at finna veruliga aldurin á jørðini við at brúka klassiska jarðfrøði.
Í staðin leita granskarar eftir smáum lummum av gassi, ið eru fjaldir í gomlum steinum. Í hesum lummum er nevniliga gass, ið er fangað inni í steinunum fyri nógvum árum síðan, og við at kannað gassið, ber til at finna aldurin á steininum.
Xenongass varð funnið í steinunum
Granskaratoymið kannaði tveir steinar av slagnum kvarts, ið vóru funnir í Suðurafrika og Avstralia. Steinarnir eru jarðfrøðiliga dagfestir til at vera ávikavist 3,4 og 2,7 milliónir ára gamlir. Inni í hesum báðum steinum var xenongass og við at kanna mongdirnar og slagið (isotopen) av xenon, funnu tey fram til, at steinarnir – og við teimum jørðin – er 60 milliónir ár eldri, enn fyrr mett.
Fremsta ástøði um tilevningina hjá mánanum sigur, at mánin varð tilevnaður, tá jørðin og ein lutur á stødd við eina plantu stoyttu saman. Um hesin pástandur skal passa, er mánin eisini 60 milliónir ár eldri enn fyrr mett.
Kelda: Videnskab.dk