Jens-Kjeld Jensen.jpg
Skriva út
Lagt út: 30.09.2017

Jens-Kjeld Jensen fekk ársins miðlaheiðursløn

Á Vísindavøkuni í gjár varð kunngjørt, at Jens-Kjeld Jensen fekk ársins miðlaheiðursløn.

Tað var fimta ferðin, at Granskingarráðið lat heiðurslønina fyri framúr góða almenna miðling av gransking.

Ein dómsnevnd valdi, hvør skuldi heiðrast í ár, útfrá fleiri góðum uppskotum, sum vóru komin inn. Hon er sett saman av einum umboði fyri Føroysk Miðlafólk, einum umboði fyri Fróðskaparsetrið og einum umboði fyri Granskingarráðið. Hesi eru Jón Brian Hvidtfeldt, Anna Katrin Matras og Dagmar Joensen-Næs.

Anna Katrin Matras, samskiftisfólk á Fróðskaparsetrinum, segði soleiðis, tá hon avdúkaði, hvør fekk heiðurin:

“Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2017 verður latin

Jens-Kjeld Jensen

tí hann á fyrimyndarligan hátt lýkur tey trý krøvini til heiðurslønina, sum eru:

- miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara,
- íkast til at økja fatanina av gransking í samfelagnum, og 
- fangandi og kjakkveikjandi miðling.

Jens-Kjeld er sjálvlærdur djóra- og náttúruserfrøðingur. Hann er dani, men hevur búð í Føroyum síðan 1970. Hann býr í Nólsoy saman við unnustu síni Maritu Gulklett.

Jens-Kjeld er serliga kendur sum fuglaútstappari, men harumframt er hann serfrøðingur í føroyskum fuglum og skordýrum, og eisini hevur hann stóran áhuga í plantum. Hann hevur funnið fleiri nýggj djórasløg.

Jens-Kjeld hevur nógv samband við bæði føroyingar og útlendingar, og hann hevur útgivið fleiri bøkur um djóra- og fuglalívið í Føroyum.

Í 2012 varð hann heiðraður við Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri Mentanaravrik. Í mai 2015 varð hann tilnevndur heiðursdoktari av Fróðskaparsetri Føroya.

Granskingarráðið hevur fingið fleiri tilmælir um at heiðra Jens-Kjeld Jensen við miðlaheiðurslønini.

Ein teirra, ið mælir til at geva Jens-Kjeld heiðurin, grundgevur millum annað soleiðis fyri tilmælinum:

‘Jens-Kjeld Jensen hevur í nógv ár av sínum eintingum greitt frá øllum hugsandi lívfrøðiligum fyribrigdum og eisini fingið fólk til at gera seg varugan við ymiskt, tey síggja í náttúruni.

Finna fólk ein sjáldsaman firvald, flogmús ella vespu, so hugsa tey beinanvegin um Jens-Kjeld. Fólk vita, at har er ein maður í Nólsoy, sum hevur eina øðiliga vitan og áhuga fyri náttúruni, og sum dugir væl at miðla sína vitan. Hann hevur havt nógvar greinar í Frøði og er altíð klárur at svara, tá hann verður spurdur. Eisini hevur hann eina frálíka heimasíðu við millum annað øllum blómunum í Føroyum. Nógv av tí arbeiðinum, hann ger, ger hann ókeypis.’

Ein annar, ið mælir til at geva Jens-Kjeld Jensen miðlaheiðurslønina, grundgevur millum annað soleiðis:

‘Jens-Kjeld og unnusta hansara Marita hava við eldhuga og ágrýtni kannað og granskað, skrásett, skjalprógvað og miðlað nógvar ymsar tættir í føroysku náttúruni – fuglar, kykt, blómur, plantur og so víðari.

Jens-Kjeld er fastur fúsur og dugir sera væl at greiða frá í útvarpi um aktuell evni.

Mong eru barnagarðsbørnini og skúlabørnini, sum hava vitjað hjá Jens-Kjeld í Nólsoy og hava fingið frágreiðingar um ymsu savnindini, sum eru har.

Omaní hetta hava Jens-Kjeld og Marita javnan vitjan av útlendskum granskarum og miðlafólki, sum tey samskifta við og kunna um føroysku náttúruna.’

Dómsnevndin hevur eisini lagt dent á, at Jens-Kjeld er virkin í almenna kjakinum. Hann torir at siga sína hugsan um náttúruviðurskifti alment og er ikki bangin fyri at siga fakfólkum ímóti. Samstundis er hann virdur í granskingarumhvørvinum og útnevndur sum heiðursdoktari á Fróðskaparsetrinum.”

Síðani handaði Anna Katrin Matras Jens-Kjeld Jensen heiðursbrævið. Eisini fær hann 5.000 kr.

Jens-Kjeld Jensen takkaði fyri og segði seg vera sera fegnan um heiðurslønina, ikki minst í ljósinum av, at fleiri av hansara fyrimyndum áður hava fingið hana.

Til ber at síggja handanina og hoyra takkarrøðuna her