Játtanin til stuðul til gransking eigur at hækka
Í vikuni hevði Kringvarpið samrøðu við Boga Bech Jensen, formann í faknevndini fyri stuðli til gransking. Samrøðan kom í kjalarvørrinum av tíðindunum um stuðul, sum júst er játtaður til verkætlanir.
Bogi Bech Jensen vísti m.a á, at játtanin til stuðul til gransking hevur staðið í stað í mong ár. Hann kundi hugsað sær, at hendan játtan stigvíst varð hækkað til á leið 50 mió. kr. Hetta hevði loyvt stuðli til fleiri verkætlanir og til størri verkætlanir, sum kundi verið við til at styrkt granskingarumhvørvið í Føroyum.
Eisini metti Bogi Bech Jensen um, hvussu nógv Føroyar samlað áttu at brúkt til gransking og menning, um vit skulu vera ájavnt grannalond okkara. Her vísti hann á málið uppá 3% av BTÚ, sum flestu lond miðja eftir. Í Føroyum merkir hetta eina íløgu uppá 600 mió. kr. Harav skuldi tað almenna brúkt uml. 200 mió. kr., meðan vinnan skuldi brúkt 400 mió. kr.
Hoyr innslagið her
Hagtøl ávegis
Tað ber ikki til at siga í løtuni, hvussu stórar íløgur verða gjørdar í gransking og menning í Føroyum, tí vit hava eingi hagtøl fyri hetta. Tað er greitt, at umleið 17 mió kr. verða játtaðar til stuðulsskipanirnar hjá Vinnuframa, Fiskivinnuroyndum og Granskingarráðnum. Á leið tað sama hevur verið goldið fyri luttøku í Horizon 2020. Ein væl størri partur verður játtaður til Fróðskaparsetrið og hinar stovnarnar, sum hava gransking og menning sum part av teirra virksemi. Nakrar vinnufyritøkur gera íløgur í gransking og fleiri gera stórar íløgur í menning. Eisini móttaka føroyskir stovnar og fyritøkur stuðul úr útlandinum til hetta virksemið.
1. januar 2021 kom nýggj lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan í gildi. Eitt ráðgevandi ráð verður tilnevnt í næstum. Fyrisiting Granskingarráðsins er styrkt við einum starvsfólki, sum byrjar 1. september. Tá verður farið undir arbeiðið fáa hagtøl til vega, at lýsa økið og at leggja langtíðar ætlanir.