Játtanin til Granskingargrunnin økt
Fíggjarlógin fyri 2018 varð samtykt í Løgtinginum í nátt. Tað eru játtaðar 8,3 mill. kr til Granskingargrunnin, tað eru 800 tkr. meira enn í 2017.
Í uppruna uppskotinum vóru 7,5 mill. kr settar av til gransking. Av hesum er ætlanin, at 1 mill kr. skal nýtast til námsfrøðiliga gransking (s. 153).
Í álitinum frá fíggjarnevndini til 2. viðgerð varð mælt til at játta 800 tkr. afturat, sum skulu nýtast til stuðulsskipanina hjá Sjúkrakassagrunninum, sum kallast Høuðsøki 1. Haðani kann latast stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Feløg, ið umboða fólk, ið bera brek, feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul.
Les meira um Høvuðsøki 1 her.
Umsóknarfreistin til stuðul til gransking 2018 er 15. februar 2018 kl. 12. Kunning um møguleikar og treytir er at finna her