Havgransking Tíðindi (1)
Skriva út
Lagt út: 17.12.2020

Játtan til havgransking flutt til næsta ár

Umsóknirnar í fyrsta umfari í havgranskingarskránni eru nú viðgjørdar. Granskingarnevndin avgjørdi á fundi 14. desember ikki at játta stuðul til nakra av umsóknunum á hesum sinni, men í staðin flyta tær 4 milliónirnar, ið vóru tøkar í fyrsta parti av skránni, til 2021. 

Avgerðin hjá Granskingarnevndini varð tikin eftir tilmæli frá faknevndini, sum er mannað við serfrøðingum úr Føroyum, Grønlandi, Danmark, Íslandi og Noregi. Umsóknirnar vórðu frammanundan mettar av altjóða granskarum.

Faknevndin metti, at umsóknirnar vóru viðkomandi fyri skránna og vísindaliga áhugaverdar. Kortini vóru so týðandi veikleikar við teimum, at hon helt tað vera neyðugt at mæla Granskingarnevndini frá at játta stuðul til nakra teirra. 

Tær 4 milliónirnar, ið vóru tøkar í ár, verða lagdar afturat teimum 6 milliónunum, ið longu eru játtaðar komandi ár. Ætlanin er at lýsa eftir umsóknum til annan part av skránni tíðliga í vár við umsóknarfreist 4 mánaðar seinni.

Samband: Granskingarráðið – telefon +298 567800 – teldupostur gransking@gransking.fo