e877c9b0c523a8adb32137daf0b0b801.jpg
Skriva út
Lagt út: 18.10.2008

Jari í Hjøllum vart Ph.D.ritgerð 17. oktober


Fríggjadagin 17. oktober 2008 vardi Jari í Hjøllum Ph.D.-ritgerð sína við heitinum "Antiferromagnetism in YBCO and CoO Nanoparticles" Niels Bohr Instituttinum (NBI) á Københavns Universiteti.

Ph.D.-ritgerðin varð gjørd við Nano Science Center á Københavns Universiteti, Risø, DTU og Paul Scherrer Institut (PSI). Ritgerðin snýr seg um kanningar við neutron spreiðing og muon spin rotatión (mSR) av fasuskiftunum (fase overgangene) í antiferromagnetismuni í nano-partiklum av hátemperatur superleiðaranum YBa2Cu3O6+x (YBCO) og av kritisku fyribrigdunum í samband við antiferromagnetiska fasuskifti í CoO nanopartiklum.

Vegleiðarar hjá Jari hava verið Morten Bo Madsen og Kim Lefmann frá NBI, Luise Theil Kuhn frá Risø DTU, Jørn Bindslev Hansen frá DTU og Christof Niedermayer frá PSI.

Metingarfólkini vóru:
Jesper Nygård frá Niels Bohr Institute, København, Danmark
Kurt Clausen frá Paul Scherrer Institute, Villingen, Sveits 
Bella Lake frá Helmholz Center Berlin, Týsklandi

Jari í Hjøllum hevur fingið starv á Risø.

Les meira um Jari í Hjøllum í Heilagrunninum

Virðislønir fyri góða miðling av granskingini
Jari í Hjøllum hevur fingið 2 virðislønir fyri miðling av sínum Ph.D. arbeiði.

1. Best Ph.D. Talk award við Dansk Fysisk Selskabs årsmøde 2007
Prísurin verður latin fyri at eggja granskarum at miðla síni úrslit á ein skilligan og fangandi hátt. "Nógv góð gransking verður framd, sum verður rættiliga illa miðlað", segði ein av nevndarlimunum sum grundgeving fyri, at prísurin verður latin.
"Ein vanligur feilur er, at mann sum granskari vil hava alt við og setur 40 grafar og stórar tabellir inn í eina framløgu við líka nógvum síðum. Hetta skal leggjast fram uppá fáar minuttir. Tað klára fólk ikki at fáa skil á" segði Jari m.a., tá hann fekk prísin.

2. Best Poster Prize við European Conference on Neutron Scattering (ECNS) 2007
Hendan prísin vann Jari í Hjøllum saman við 9 øðrum. Teirra postarar vóru valdir út millum 600 postarar, sum vóru lagdir fram á ráðstevnuni.
Jari sigur um postaran: "Eg býtti hann upp í økir við ymsum litum og legði dent á at hava so lítið av teksti sum gjørligt, ein góðan samandrátt, høvuðsspurningarnar í listaformi og endaligu úrslitini stutt,