bf5eda52df95c82dd5feef7013a3cd22.JPG
Skriva út
Lagt út: 06.01.2012

Jan Joensen vart Ph.D. við Københavns Universitet

18. november 2011 vardi Jan Joensen Ph.D.ritgerð á Biologisk Insititut á Københavns Universitet. Heitið á ritgerðini er: ”Plant microbe interactions – The suitors struggle for favor”. Ritgerðin er sett saman av trimum kanningum, sum eru lýstar gjøgnum tvær útgivnar greinar og ein part, sum enn ikki er útgivin.

Greinanar, sum eru skrivaðar saman við fleiri granskarum, eru:
”Autophagic Components Contribute to Hypersensitive Cell Death in Arabidopsis.” Útgivin í Cell, mai 2009. og ”Identification of proteins interacting with Arabidopsis. ACD11.” Útgivin í Journal of Plant Physiology, apríl 2009. Triðji parturin ber heitið: ”Legume protein interactions during root nodulation and its link to plant immunity in non-legume plants.” 

Í Ph.D.ritgerðini verður javnvágin millum góðtøku og avvísing av eini samvirkan millum smáverur og plantur viðgjørd. Plantur eru statiskar, og tá eitt fræ spírar verður framtíðin hjá komandi plantuni avgjørd av, hvar fræið er lent. Tí liggur eitt stórt selektivt trýst á plantuna frá umhvørvinum, og nógvir menningareginleikar avleiddir av hesum trýsti síggjast í planturíkinum kring alla jørðina. Jan Joensen hevur arbeitt við tveimum ítøkiligum førum av samvirkan millum plantur og bakteriur, umframt eitt serligt føri, har evnisskiftið hjá plantuni hevur sambandi við, hvussu plantan ber seg at í ávísa umhvørvinum. Øll ritgerðin kann takast niður her

Jan Joensen hevur arbeitt við ritgerðini á Biologisk Institut við Københavns Universitet og á Molekylerbiologisk Institut við Aarhus Universitet. John Mundy, professari á Biologisk Institut, KU, hevur verið høvuðsvegleiðari, og Jens Stougaard, professari, Morten Petersen, lektari, Camilla Samuelsen, post.doc., og Lene H. Madsen, lektari, hava verið hjávegleiðarar.

Í metingarnevndini vóru Karen Skriver frá Københavns Universitet, Birte Svensson frá DTU og Per Gregersen frá Aarhus Universitet.

Jan Joensen arbeiðir í løtuni í fyrisitingini á Københavns Universitet.

Les um Jan Joensen í Heilagrunninum