20044f278f816f90342b80686b3f8f37.JPG
Skriva út
Lagt út: 19.05.2009

Jan Joensen grein í tíðarritinum Cell

Jan Joensen, sum er Ph.D.lesandi við Biologisk Institut í København, hevur saman við øðrum júst fingið grein prentaða í høgt virda vísindaliga tíðarritinum Cell. Jan er partur av einum granskingarbólki, sum kannar evni hjá plantum at berja niður álop á sellur.

Í lýsing av greinini á heimasíðuni há Biologisk Institut verður spurt, hvat plantur og menniskju hava í felag og svarið er: Meira enn vit halda. Granskararnir hava funnið nýggja slóðbrótandi vitan um plantur, sum kann broyta mátan, sum vit viðgera sjúkur hjá menniskjum. Nýggja fundið er eyðmerkingin av fyrstu veruligu selludeyðaskipanin í plantum.

Bæði menniskju og plantur verða áhaldandi útsett fyri skaðiligum mikroorganismum sum virusum, bakterium og soppum. Plantur og djór hava nógv ymisk vápn, sum tey brúka at berja álopini niður við. Eitt vápn hava tey í felag - skipaður selludeyði. Tað eru evnini hjá sellunum at gera sjálvmorð.

Tá ein organisma mennir og nørir seg, drepa sellur seg sjálvar um tær eru fyri ella hava gjørt sína skyldu. Sellur, sum verða álopnar av mikroorganismum ella eru skaddar, kunnu gera av við seg sjálvar fyri at bjarga restina av organismunu, Skipaður selludeyði er tí eitt sterkt og einfalt vápn. Tað finnast typiskt fleiri sløg av "deyðsskipanum". Nógvar av teimum sjúkum, sum raka okkum menniskju, skyldast feilir og trupulleikar við hesum deyðsskipanum. Tá krabbasellur koma í kroppin hjá okkum, er tað ein trupulleiki fyri kroppin, um sellan ikki skilir at hon skal gera sjálvmorð. Vitan um selludeyðsskipanirnar - evnini hjá sellum at taka lívið av sær - hjálpir okkum at skilja og viðgera alt frá ígerðum til krabba.

Ein selludeyðsskipan verður kallað autofagi, sum merkir "at eta seg sjálva". 

Granskarabólkurin undir leiðslu av Morten Petersen og John Mundy frá Københavns Universitet hevur víst á, at júst hendan prosessin er týdningarmikil í sambandi við bakteriellar ígerðir. Tá bakteriur loypa á eina sellu, gera sellurnar, sum bakterian smittar, av við seg sjálvar. Tað vil siga at tær ofra seg fyri restina av organismunu, so bakterian ikki fær fótafesti.

Tað áhugaverda við hesi deyðsskipanini er at sama molekylære apparatið er tildatðar bæði hjá plantum og djórum. Nýggja vitanin skapar møguleika fyri eini fjølbroyttari og grundleggjandi fatan av, hví sellur gera sjálvmorð. Ikki minst er vitanin við til at undirstrika, at plantur kunnu geva okkum munandi innlit í sentrala verjuvápnið hjá menniskjasellum.

Greinin kann takast niður frá tíðarritinum Cell her

Jan Joensen, sum er partur av hesum granskingarbólkinum við Københavns Universitet, leggur seinastu hond á Ph.D.ritgerð sína í løtuni. Umframt hetta evnið arbeiðir hann eisini við øðrum eginleikum hjá plantum, m.a. evnini hjá bjølgplantum at fara í symbiosu við nitrogenfikseraðar bakteriur.

Les um Jan Joensen í Heilagrunninum her