Jákup Sverri handaður eigarunum
Nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri varð um vikuskiftið handað eigaranum, sum er Føroya landsstýri.
Jákup Sverri er eitt sera framkomið skip, sum er útgjørt til bæði at gera kanningar av havumhvørvinum, fiskastovnum og at gera seismiskar kanningar av havbotninum. Skipið er sambært viðurkendum kanningarúrslitum sannlíkt tað mest ljóðleysa skipið í heiminum.
Skipið er 54 metrar langt og 13,6 metrar breitt. Víddin umborð er dupult so stór í fermetrum sum á verandi havrannsóknarskipi, Magnusi Heinasyni. Tað eru 19 manningarrúm umborð við 13 einkultkømurum og 6 dupulkømurum umframt sjúkrastovu við 2 sengrum.
Meginparturin av arbeiðinum við nýggja havrannsóknarskipinum er gjørt í Føroyum. Skrokkurin er gjørdur í Litava. Hann varð sleipaður til Føroyar í september 2019, og skipið varð síðani gjørt liðugt á MEST á Skála.
Mynd: (c) Adrian Dalsá