IPY 2012 ráðstevnan: From Knowledge to Action
IPY 2012 ráðstevnan við heitinum ”From Knowledge to Action” verður í Montreal, Canada, í døgunum 22-27 apríl í 2012 og verður hon ein av teimum størstu og mest týðandi vísindaligu ráðstevnunum innan pól-gransking og veðurlagsbroytingar.
Í hesum sambandi verður lýst eftir munnligum og skrivligum framløgum. Tey, sum skipa fyri ráðstevnuni, bjóða tær at lata inn abstrakt av nýggjastu pól-granskingini eins og abstrakt av hvussu úrslit av pól-granskingini kunnu gagnnýtast og avleiðingarnar fyri politiska støðutakan.
Ráðstevnu skráin er tøk her www.ipy2012montreal.ca
Seinasta freist at lata inn abstrakt er 30. september 2011.