iNOVA.fo kunnar um karmar og stuðulsmøguleikar
Heimasíðan inova.fo er júst almannakunngjørd. Her ber til at lesa um Granskarasetrið iNOVA, um vísindafólkini, sum eru knýtt at iNOVA, um verkætlanirnar, sum eru í gongd, um vísindaligu tólini og tíðindi frá Granskarasetrinum.
Fleiri av verkætlanunum, sum fáa stuðul úr Granskinagrgrunninum eru fluttar inn ella fara at flyta inn í iNOVA
Á nýggju heimasíðuni ber eisini til at lesa um hølini og møguleikarnar fyri at leiga tey.
iNOVA er nýliga sett at umsita føroyska partin av verkætlanini hjá Norðurlandaráðnum. Í hesum sambandi bjóða tey í hesum døgum fólki at søkja stuðul til matvørumenning frá Norðurlandaráðnum. Kunning um hetta er at finna her