iNOVA p/f stovnssett til at reka granskarasetur
Felagið iNOVA er júst sett á stovn. Endamálið við felagnum er at reka granskarasetrið, sum fer at halda til í bygninginum hjá Vinnuframagrunninum á Hoyvíksvegi 51 í Tórshavn. Navnið iNOVA sipar til nýhugsan og nýskapan. Tað er P/F Fiskaaling, sum eftir áheitan frá Vinnumálaráðnum hevur evnað felagið til og tikið stig til at finna íleggjarar til felagið.
Við stovnanini av iNOVA er skjøtul settur á at fáa savnað eina felags tólpark, sum Fróðskaparsetrið og aðrir almennir granskingarstovnar kunnu nýta, umframt at møguleiki er fyri at fáa gjørt fleiri av kanningunum fyri vinnuna, sum í dag verða gjørdar uttanlands.
Bygningurin verður í løtuni settur í stand fyri 10 mió. kr. sum er peningur, ið er fingin til vega við, at stovnsfæið hjá Vinnuframagrunninum er niðurlagað tilsvarandi. Ætlandi skal vinnan saman við almenna geiranum leiga seg inn í bygningin og harvið skapa eitt størri og sterkari umhvørvið til gangs fyri øll.
Áhugin í vinnuni hevur verið sera stórur fyri ætlanini og ein røð av føroyskum vinnufyritøkum og stovnum hava valt at seta pening í felagið. Stovnararnir frá byrjan eru: P/F Fiskaaling, Felagið Nótaskip, P/F Bakkafrost, P/F Havsbrún, TF Holding, Framtak, P/F Luna, P/F Marine Harvest Faroes, Sp/f Tavan og MBM. Felagið er sett á stovn við 1,3 mio. kr. í kapitali.
Í fyrstu nevndini verða Jógvan Jespersen, umboðandi vinnuna, Durita Nielsen, umboðandi vinnugransking og Debes H. Christiansen, umboðandi almennu granskingina. Nevndin skipar seg sjálv. Sum fyribils stjóri í felagnum verður Jonhard Eysturskarð, granskari á Fiskaaling, settur, til nevndin hevur funnið stjóra.