Ílegusavnið Játtan COVID 19
Skriva út
Lagt út: 10.04.2020

Ílegusavnið fingið stuðul frá Novo Nordisk grunninum til COVID-19 infrakervi

Ílegusavnið hevur fingið játtað 612.305 kr. frá Covid-19 átakinum hjá Novo Nordisk fonden. Talan er um verkætlan, sum skal trygga karmarnar fyri goymslu av blóði, vevnaðarroyndum og dátum í sambandi við COVID-19.

Játtanin er til løn til bioanalytikarar og ein dátuserfrøðing. Haraftrat til keyp av einum nýggjum frystiskápi (-80 stig), tvær teldur og ein eyka lisens til Progeny skipanina.

Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum fegnast um stuðulin frá Novo Nordisk.

- Við hesi játtanini er infrastrukturur til Covid-19 gengranskingina tryggjaður.

Gurðið Andorsdóttir sigur, at stuðlaða verkætlanin skal skapa karmarnar fyri einum bráðfeingis, tvørstovnsligum samstarvi, har innsavning verður av diagnostiskum blóð- og vevnaðarroyndum og dátum um COVID-19 í Føroyum, aftaná at neyðug loyvi frá Vísindasiðsemisnevnd og Dátufetirlitinum eru fingin til vega, eins og samtykki frá luttakarunum í verkætlanina. Endamálið er at byggja upp eitt einastandandi granskingarinfrakervi við lívfrøðiligum royndum og dátum frá øllum sløgum av sjúklingum, tað vil siga sjúklingum á byrjanarstigi við COVID-19 smittu, sjúklingar við mildum sjúkueyðkennum, sjúklingar við bráðfeingis og lívshóttandi infektión og sjúklingar, sum eru frískir aftur. Bert royndir frá teimum sjúklingum, sum vilja luttaka, verða innsavnaði.

Granskarar sleppa uttan kostnað at nýta allar innsavnaðu royndirnar til COVID-19 tengdar granskingarverkætlanir, treytað av neyðugum loyvum frá Vísindasiðsemisnevnd og Dátufetirlitinum.

Sí kunning um játtanir á heimasíðuni hjá Novo Nordisk Fonden.