Ílegugransking og biokunning
Hannes Gislason hevur í samstarvi við granskarar á Fiskaaling, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Nofima Marin útgivið vísindaliga grein, um beinagrindsbrek í alifiski lýst við dominantum mutatiónum. Vísindagrein er almannakunngjørd í altjóða tíðarritinum Aquaculture (sept. 2010)
Granskingin verður lýst við einum hypotesu-modelli fyri dominantar mutatiónir og stuðlað av røntgen-kanningum av beinagrindsbrekum í sílum, ílegugransking av skyldskapi og ílegu-fjølbroytni av lívfiski, ílegu-ástøði, hagfrøði og biokunning.
Samstarv
Granskingin, sum nú er almannakunngjørd, byrjaði tá Hannes var granskingarleiðari á Fiskaaling. Síðani hann gjørdist professari 1. jan. 2009, hevur Hannes hildið fram við granskingini bæði á Fiskaaling og á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Lesi meira á www.setur.fo