Ikki vandamikið at tosa í fartelefon
Tað er ikki vandamikið at tosa í fartelefon. Tað er niðurstøðan í einari stórar danskari granskingarverkætlan, sum Forsknings- og Innovationsstyrelsen legði fram í gjár.
Kanningin vísur, at stráling frá fartelefonum og tráðleysum netverkum eftir øllum at døma ikki skaða menniskju, líka mikið hvussu nógv hesi tól verða brúkt.
Umfatandi kanningin, sum hevur staðið uppá í fýra ár og hevur kostað 30. mio. kr. hevur m.a. kannað um nakað árin kann síggjast á heilakyknum av sterkari stráling frá fartelefonum.
Lesi meir um tíðindini á videnskab.dk og um sjálva kanningina her