Hvussu vandamikið er ammoniak?
Í sambandi við eldin umborð á Athenu í nátt og morgun verður spurt um, hvussu vandamikil roykurin frá eldinum er fyri fólk. Ikki minst er tað ammoniakgoymsluna umborð, sum fólk óttast.
Í tíðindasendingini hjá Kringvarpinum kl. 9 greiddi Pál Weihe, yvirlækni, frá um ammoniak og árin, sum hetta kan hava á fólk. Hann gjørdi vart við, at talan kann eisini vera um samanspæl millum onnur vandamikil evnir umborð á skipinum. Hann metti, at tað besta hjá fólki at gera í støðuni er at fylgja teimum ráðum, sum myndugleikarnir eru komnir við og koma við umvegis miðlarnar. Besta amboðið hjá fólki sjálvum at meta um støðuna er at brúka luktisansin og at sleppa sær í fríska luft um andaleiðin verður órógvað av roykinum. Hoyr tíðindasendingina her - samrøðan er uml. 7½ min inni í sendingini
Tekin um ammoniakeitran og fyrstahjálp
Andar tú ammoniakgass í teg, kann hetta elva til sviða í eygum, nøs, munnu, svølgi. Tað kann eisini gera, at andaleiðirnar hovna og geva trupulleikar við andadráttinum. Les meira her um tekin um álvarsliga eitran
Hyggjuráðini í sambandi við eitran er at fáa fólk, sum eru órógvað, í fríska luft og lata tey fáa hvíld. Eru eyguni órógvað, eiga tey at verða skolað við køldum vatni. Hava tey sjúkueyðkenni í andaleiðunum, eiga tey at koma undir læknahond. Apotekið hevur góð ráð um fyrstu hjálp
Til ber at lesa meira um ammoniak í alfrøðini Den Store Danske
(c) Myndina av brennandi skipinum hevur Hans Erik Danielsen tikið fyri Dimmalætting.