97ccd289756bb0bcae2879c87a052f3f.jpg
Skriva út
Lagt út: 18.05.2010

Hvussu væl kennir tú røddir?


Granskarar, sum kannaðu eina bretska kvinnu, ið ikki kendi røddina hjá síni egnu dóttir í telefonini, hava gjørt eina online test, so tú kanst kanna, hvussu góð tú ert at kenna aftur røddir.

Tey flestu av okkum kenna beinanvegin aftur røddina í hinum endanum á horninum, tá vit tosa í telefon. Men hetta var ikki galdandi fyri eina bretska handilskvinnu, sum fyri nøkrum árum síðan varð fyrsta fólkið, sum fekk diagnosuna phonagnosia – rarrardeyvleiki, uttan at hava nakran heilaskaða. Hon kendi ikki aftur røddina á síni egnu dóttir, tá hon ringdi til hennara.

Hetta førdi við sær ávísar trupulleikar, eitt nú tá hon skuldi lurta eftir útvarpinum ella hyggja í sjónvarp. Tá hon so læs um nakrar kanningar hjá bretskum heilagranskarum, sum kannaðu sjúkuna prosopagnosia, ið ger at fólk ikki duga á at skyna andlit, setti hon seg í samband við teir.

Brad Duchaine, sum er partur av granskaraliðnum sigur við Daily Telegraph, at hóast førleikin at kenna røddir kanska ikki er eins týdningarmikil, sum at kenna andlit, so er hesin førleikin sera týdningarmikil í gerandisdegnum.

Granskararnir funnu útav, at kvinnan hevði stórar trupulleikar við at kenna aftur røddirnar hjá fólki – eisini hjá kendum persónum, so sum David Beckham og Margaret Thatcher. Einasta kenda røddin hon kendi var av sjónleikaranum Sean Connery.

Bretska handilskvinnan kláraði væl aðrar ljóðroyndir, men tá talan var um at kenna aftur røddir, so stóð straks verri til. Kvinna varð skannað í einum MRI-skannara, men eingin tekin vóru um heilaskaðar, sum tað annars altíð hevði verið, tá talan var um fólk við phonognosia.

Brad Duchaine sigur, at fólk sum hava havt heilabløðingar av og á hava havt trupulleikar at kenna aftur røddir, men hetta er fyrstu ferð, vit vita um ein persón, sum eru uppvaksin við sjúkuni.

Granskararnir gera nærri kanningar av sjúkuni, og hava tí lagt eina test út á netið, sum skjótt kann staðfesta, hvussu dugnalig tú ert at kenna aftur røddir.

Tak testina her
Kelda: videnskab.dk