Hvussu sær ein granskari út?
Granskingarráðið skipar fyri teknikapping: ”Tekna ein granskara” fyri børn frá 1. til og við 8. flokk.
Hvønn mánað frá mars til oktober 2009 kunnu børn senda inn tekningar, har tey ímynda sær ein granskara til arbeiðis. Saman við tekningini vilja vit fegin hava 1-2 reglur um, hvat granskarin ger ella hvar hann er á myndini. Hetta er ikki eitt krav, men eitt ynski.
Hvussu?
- Tekningarnar skulu verða á hvítum A4 pappíri ella elektroniskar í A4 stødd, kunnu verða í litum ella svart/hvítar.
- Navn og aldur skal skrivast týðuliga í niðasta høgra horni.
- Navn, aldur bústaður og nakrar reglur um tekningina skulu skrivast á pappír fyri seg, sum saman við tekningini skal
- sendast til Granskingarráðið antin við telduposti gransking@gransking.fo (myndafílan skal enda við jpg, gif ella png) ella við vanligum brævi til Granskingarráðið, Postrúm 259, 110 Tórshavn.
- Mánaðarfreistirnar eru: 30.3., 27.4., 2.6., 31.8., 28.9. og 26.10.09
Nær
Fyrsta freistin at lata myndir inn er 30. mars 2009. Myndirnar verða sum skjótast lagdar á heimasíðuna og atkvøðufreistin er 24. apríl 2009.
Innlating: | Atkvøðufreist: | |
1. umfar | 30.03.2009 | 24.04.2009 |
2. umfar | 27.04.2009 | 29.05.2009 |
3. umfar | 02.06.2009 | 26.06.2009 |
4. umfar | 31.08.2009 | 25.09.2009 |
5. umfar | 28.09.2009 | 23.10.2009 |
6. umfar | 26.10.2009 | 20.11.2009 |
Vinningar
Vitjandi á heimasíðuni kunnu atkvøða fyri innkomnu tekningunum, sum verða lagdar á heimasíðuna, tá mánaðarfreistin er úti. Latnar verða virðislønir til nr. 1, 2 og 3. Vinningarnir eru bøkur frá Føroya Skúlabókagrunni.
Í november velur ein dómsnevnd tríggjar tær bestu tekningarnar millum allar innkomnu tekningarnar, uttan mun til, hvør hevur vunnið mánaðarkappingarnar. Í dómsnevndini sita umboð fyri Granskingarráðið og listafólk. Høvuðsvinningarnir eru: Nr. 1 – Dell telda frá City, virðið uml. kr 5.000, nr. 2 og 3 – fartelefon frá Vodafone, virðið hvør uml. kr. 2.500
Les meira um teknikappingina her
Tak plakat niður her