da6fb8fde5d80cd1ea2bc0f09c9ad0dc.jpg
Skriva út
Lagt út: 07.10.2010

Hvussu ávirkar hiti fótbóltsavrik?


Og hvat er tað sum ger, at vit verða móð av hørðum arbeiði: vøddarnir ella heilin og nervalagið? Hesar spurningar roynir Magni Mohr, Ph.D. í humanari fysiologi, at svara saman við øðrum granskarum.

Hann stendur saman við starvsfeløgum úr Danmark og Fraklandi í løtuni fyri stórari granskingarverkætlan í Qatar. Samstarvsfelagarnir eru Sebastian Racinais, Aspetar REC, og Lars Nybo, lektari við Københavns Universitet. Verkætlanin fer fram á granskingarstovninum Aspetar, sum er partur av sjúkrahúsinum í býnum Doha í Qatar. Haðani verður verkætlanin eisini fíggjað

Magni sigur, at teir hava 20 royndarpersónar við úr Føroyum og Danmark, 13 fótbóltsleikarar úr føroysku Vodafone deildini og 7 fótbóltsleikarar úr donsku 1. og 2. deild. Verkætlanin hevur til endamáls at kanna, hvussu skandinavar sum vanliga liva og spæla fótbólt í vanligum hitaumstøðum, respondera uppá fótbólt í ekstemum hita.

Teir hava spælt ein test-dyst í einari innandura høll, har hitin var innstillaður til 20 hitastig. Næstu dagarnar skulu teir so venja úti, har hitin er umleið 40 stig. Aftaná nakrar dagar skulu teir aftur spæla ein dyst, hesuferð í hitanum, umleið 40 hitastig. Rennimynstur og intensitetur í dystunum verður skrásett, teir verða testaðir áðrenn og aftaná dystirnar (testir av eksplosiviteti, vøddakraft og styrki á nervasignalunum til vøddarnar), og blóð og vøddaroyndir verða tiknar fyri at lýsa tær fysiologisku broytingar, sum henda, tá spælt verður í hitanum samanborið við vanligar hitaumstøður.

Ein av stóru spurningunum, sum roynt verður at svara, er klassiski ítróttarfysiologiski spurningurin, nær og í hvønn mun tað eru vøddarnir og nær tað er nervaskipanin og heilin, sum gera, at ein verður móður undir intensum arbeiði (í hesum føri fótbólti). Hugt verður eisini nágreiniliga at hvíldarprocessum í kroppinum aftaná dystirnar (vit vita at hesar eru ávirkaðar av hitanum), og í hvønn mun tilvenjing til hita (akklimatisering, venjing í hitanum) ger mun. Hesi tvey seinastu nevndu økir fara, at gera at tað fer at bera til at koma við meira neyvum tilmælum um fyrireiking til kappingar í heitum umhvørvi, og hvussu til ber at hvíla skjótari aftaná kappingarnar í hitanum, sum t.d. tá føroysk lið kappast í Suðurevropa.

Les meira um Magna Mohr í Heilagrunninum

Mynd: Mess.fo