Hvussu ávirka veðurlagsbroytingar náttúrutilfeingi?
Umsóknarfreistin til granskingarstuðul í 2. umfari av granskinagrskránni "Climate Change Impacts, Adaptation and Mitigation in Nordic Primary Industries" er 14. juni 2010. Skráin leggur dent á heilsu og ílegutilfeingi
Hvussu kunnu norðurlond best fyrireika seg uppá avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum á náttúrutilfeingið og matframleiðsluna í okkara øki? Tað er NordForsk, sum í samstarvi við Norðurlendska Ráðharraráðið, fyri 2. ferð lýsir eftir umsóknum frá norðurlendskum granskaranetverkum.
Granskarar og granskaranetverk við samstarvi ímillum í minsta lagi 3 norðurlond ella 2 norðurlond og eitt av baltiskum londunum kunnu søkja stuðul til gransking innan:
• Djóra og plantuheilsu
• Vernd, tilpassing og nýtsla av ílegutilfeingi
Granskingarskráin er partur av raðfestingini hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum av altjóðagerð, har norðurlond leita eftir felags loysnum til altjóða avbjóðingar. Úrslitini skulu brúkast í ásetingunum av einum veðurlagspolitikki innan hesi øki.
Les meira um granskingarskránna her
Les allan lýsingartekstin her
Ábyrgdarar í NordForsk:
Michael Andersson, Seniorrådgiver
E-mail: michael.andersson@nordforsk.org
Phone: +47 94 16 85 47
Maria Nilsson, Seniorrådgiver
E-mail: maria.nilsson@nilsson.org
Phone: +47 99 38 02 64