Hvørji eru fyrstu orðini føroysk børn duga at siga?
Hetta verður kannað í ph.d-verkætlan á Føroyamálsdeildini, sum Sissal M. Rasmussen stendur fyri.
Ætlanin er at fáa yvirlit yvir, hvussu føroysk børn mennast málsliga og í hesum sambandi fáa øll foreldur, sum eiga børn, sum eru millum 8 mánaðir og 36 mánaðir og búgva í Føroyum, eitt spurnarblað sendandi í næstu viku.
Spurnarblaðið, sum er umsett og tillagað til føroysk viðurskifti, kallast MacArthur-Bates Communicative Development Inventory (CDI). Eitt spurnarblað er til tey smærru børnini, sum kallast Orð og keipur og eitt til tey størru børnini, sum kallast Orð og setningar. Við støði í hesum ber til at gera eina empiriskt grundaða lýsing av, hvussu føroysk børn mennast málsliga. CDI verður brúkt í nógvum øðrum londum og við hesum fer at bera til at samanbera málmenning hjá føroyskum børnum og børnum í øðrum londum.
Fyrra innsavningarumfar var í juni í fjør. Tá var luttøkan framúr góð og nú 2. umfar av innsavningini fer í gongd, er tað við vónini um, at foreldrini fara at vísa somu vælvild hesa ferð.
Verkætlanin hjá Sissal M. Rasmussen verður lutvíst fíggjað úr Granskinagrgrunnium. Les um verkætlaninia í Stuðulsyvirlitinum
Kelda: setur.fo