Hví vinna summi orð?
Vit taka sum givið, at ávís orð eru, sum tey eru. Tað er ofta týdningurin av orðinum sum ger, at tað ikki eru fleiri orð at velja ímillum. T.d. setur eingin spurnartekin við, hví ein mánaður eitur ‘januar’. Tað er týdningurin av orðinum januar, sum hevur við sær, at júst hetta orðið vinnur í kappingini um onnur orð at seta í staðin.
Hinvegin kann ósemja vera um navnið ella heitið á ávísum lutum, sum kunnu eita ymiskt alt eftir tungumáli ella landsluti. Á enskum máli hevur orðið ‘sofa’ t.d. eina merking, sum ikki er serliga væl lýst og sum heldur ikki er so avgerandi í umrøðuni av einari sofu. Hetta hevur við sær, at onnur orð kunnu nýtast at lýsa hetta innbúgvi.
European Research Council (ERC) stuðlar fleiri verkætlanum, sum hava sum endamál at kanna, hví so er og hvussu tungumálini verða ment. Í MOTHERTONGUE verkætlanini verða orð og broytingar kannað á líknandi hátt, sum broytingar í ílegunum hjá menniskjunum.
Tá ið stavsetingin broytist ber til at finna slóðina hjá orðinum við ljóði. Ein onnur verkætlan, sum hevur fingið stuðul frá ERC, nevnist EVOLAEMP. Her verður nýggj teldutøkni nýtt at greina fonetisku stavsetingina og elta nýtsluna av orðinum í teimum ymsu tungumálunum. Sum dømi verður orðið vatn nevnt, sum á týskum er ‘wasser’ og á enskum ‘water’. Soleiðis kann verða víst á, hvussu ljóðini eru tey somu, tó at málini eru broytt.
Granskarar arbeiða við menningini í tungumálunum m.a. við tí endamáli at nýta hesi úrslit til at menna samskifti millum teldur. Í LANGEVO verkætlanini, sum er mannað við granskarum, sum arbeiða við at menna tøkni, vænta tey, at hetta fer at hava stóra ávirkan á, hvussu telduskipanir fara at samskifta í framtíðini.
Les meira um verkætlanirnar her: