ad12779fad4b9d666dc390907e8ed11b.png
Skriva út
Lagt út: 06.05.2014

Hví mást tú kenna hugverksrætt?

Í nýggjastu útgávuni av Bulletin, sum The European IPR Helpdesk gevur út, verður greitt frá, hví kunnleiki til og handfaring av hugverksrætti er umráðandi, tá ið arbeitt verður við nýskapan og gransking.

Hugverksrættur er viðkomandi, bæði tá ið talan er um upphavsrætt og ídnaðarhugverksrætt (patent), og uttan mun til um komið verður á mál við einari verkætlan. Tað er neyðugt tíðliga í tilgongdini at vita ella at avtala, hvør eigur eitt møguligt úrslit ella eina framleiðslu, umframt hvussu útbreiðslan skal vera.

Eisini er grein um ætlanina hjá ES at innføra eitt nýtt felags ES-patent og ein evropeiskan Patent Dómstól.

Bulletin kann lesast her

Vinnumálaráðið hevur sent lógaruppskot til hoyringar, sum dagføra ídnaðarhugverksrættin. Freistin at gera viðmerkingar er 19. mai. Til ber at lesa lógaruppskotini her