Hví Føroyar ikki vóru skattaskjól
Í summar verður skipað fyri almennari verkstovu um spurningin, hví Føroyar ikki vóru eitt skattaskjól eins og fleiri onnur smásamfeløg. Talan er um framløgu av niðurstøðum frá eini granskingarverkætlan, sum kannar, hví nakrar smátjóðir gerast skattaskjól og aðrar ikki. Verkætlanin er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum.
Tað eru Guðrið Weihe, Copenhagen Business School (CBS) / Ernst & Young, Juanna Joensen, adjunktur við Stockholm School of Economics, Jason Sharman, professari við Griffith University í Avstralia, og Leonard Seabrooke, professari við CBS, sum standa fyri verkætlanini “Why No Tax Haven in the Faroes?” Árni Jóhan Petersen, lesandi við CBS, hevur verið tengdur at verkætlanini sum granskingarhjálpari.
Verkstovan verður á Fróðskaparsetrinum 25. juli seinnapart. Fyribils er skráin hendan:
• Lýsing av verkætlanini – ætlan og endamál
• Hvørji lond blíva skattaskjól?
• Avgerðargongdin fram móti at gerast eitt skattaskjól. Royndir við skattskjól-leistinum
• Hollandsku Antillurnar (Curaçao) og royndir teirra
• Altjóða organisatiónir sum disciplinerandi instansar
• Niðurstøður og kjak
Fyrsti niðurstøðurnar tøkar
Herfyri kom fyrsta greinin frá verkætlanini út í tíðarritinum European Journal of International Relations. Tað er Jason Sharman, sum hevur skrivað greinina við heitinum: “International Hierarchies and Contemporary Imperial Governance: a Tale of Three Kingdoms”. Til ber at lesa samandrátttin og taka greinina niður her (krevur hald ella gjald)
Tvær aðrar greinar eru ávegis. Høvuðsfrágreiðingin skal eftir ætlan verða liðug til tiltakið í summar.
Nýggir spurningar kannast
Samstarvið í granskingarbólkinum hevur gingið væl, og hetta hevur stuðlað uppundir framhaldandi gransking á økinum. Leonard Seabrook stendur á odda fyri eini stórari verkætlan “STEAL – Systems of Tax Evation and Laundering”. Hendan verkætlanin hevur millum annað fingið játtað 4.8 mió. norskar krónur frá norska granskingarráðnum.
Aktuella verkætlanin er knýtt at eini røð av øðrum lokaðum og virknum verkætlanum og netverkum, m.a. “Legitimacy Gaps in Global Economic Governance: The IMF and Tax Reform” og AGORA (Alliance for Governance Research and Analysis).
Les meira um verkætlanina “Why No Tax Haven in the Faroes?” í Stuðulsyvirlitinum
Les um Guðrið Weihe og Juannu S. Joensen í Heilagrunninum