e163e08e54c5d0203526280ab4c00e83.jpg
Skriva út
Lagt út: 13.05.2011

Hví er fríggjadagur tann 13. so ræðandi

Í dag eru flest fólk glað fyri fríggjadag, tí fríggjadagur boðar frá, at vikuskiftið byrjar. Men søguliga verður fríggjadagur roknaður at vera ein óeydnisdagur.

Tann trettandi fellur á ein fríggjadag eina til tríggja ferðir um árið. Í ár hava vit bert ein fríggjadag trettanda, og tað er í dag, men í 2012 koma heili tríggir fríggjadagar trettandi.

Tá fríggjadagur trettandi kemur eru tað mong av okkum, ið fjáka og ráða øðrum til at vera serliga varin hendan óeydnisdag.

Men fyri summi av okkum er fríggjadagur trettandi als ikki at fjáka við, tey líða nevnliga av ”paraskavedekatria”, sum merkir fobi fyri fríggjadag trettandi.

Else Marie Kofod, yvirlandskjalavørður og leiðari hjá Dansk Folkemindesamling sigur, at samanberingin av fríggjadag og trettan er í stóran mun” nýggj, men hvør í sær hava bæði fríggjadagur og trettan eina langa søgu fyri at bera óeydnu við sær.

Fríggjadagur- krossfesting og orðatøk
»Fríggjadagur verður settur í samband við ólukkur, tí tað var tann vikudagurin, sum Jesus bleiv krossfestur. Umvendt hava vit í norðanlondum fyrr sæð fríggjadag sum ein eydnudag, tí fríggjadagur var dagurin hjá kærleiksgudinnuni Freiu, sigur Else Marie Kofod, yvirlandskjalavørður og leiðari hjá Dansk Folkemindesamling.

Hon vísir tó á, at vit í norðurlondum tey síðstu hundrað árini eisini hava havt ta fatan, at fríggjadagur er sambundin við ólukkur.

Tú skal ikki byrjað eitt nýtt starv ein fríggjadag, tí so verður tað aldrin liðugt. Tú skalt ikki giftast ein fríggjadag, tí so verður hjúnarbandið barnleyst. Tú skalt heldur ikki byrja eina ferð ein fríggjadag.

»Vit kunnu ikki greiða frá nær og hví fríggjadagur søguliga við tíðini er settur í samband við ólukkur. Ofta eru óhepnar søgur um fríggjadag gingnar frá munnin til munn, og seinni frá 1800-talinum og fram eru sagnir og forteljingar um fríggjadagsólukkur festar á blað,« sigur sigur Else Marie Kofod, yvirlandskjalavørður og leiðari hjá Dansk Folkemindesamling.

Ein av teimum fyrstu dømunum um ólukkur og fríggjdagar, er skrivað av danska ”folkemindeindsamler” Just Mathias Thiele i 1860, og ljóðar soleiðis;

»Einaferð var tað ein maður, ið ikki trúði uppá, at byrjar tú eitt arbeiði fríggjadag, so verður tú raktur av ólukkum. Hesin maður skuldi lata eitt skip byggja. Hann byrjaði byggingina ein fríggjadag, skipið var liðugt ein fríggjadag, tað var navngivið Fríggjadagur og hann sjósetti skipið ein fríggjadag. Ongin hevur hoyrt ella sæð hendan mannin síðani.«

Tað er slíkar forteljingar, ið hava gjørt tað, at fríggjadagur hevur fingið orð á seg at bera ólukkur við sær.

Gátuføra 13
Tá tað kemur til pátrúgv, so er talið trettan tað mest umtalaða og óttarfulla, og fleiri vilja vera við, at tað boðar frá óndskapi og ólukku.

Pátrúgvin til talið trettan stavar heilt aftur frá ”sumerunum”, ið livdu í Mesopotamia fyri 4.000-5.000 árum síðani.

Sumerarnir vóru sera áhugaðir í stjørnufrøði og í at týða stjørnutekin. Við hjálp frá stjørnfrøðisligum eygleiðingum funnu tey útav, at sólárið er 365,25 dagar og at tíðin frá nýmána til nýmána er áleið 30 dagar.

Grunda á hetta, býttu tey árið í 12 mánaðar. Hetta gevur 360 dagar og soleiðis í mun til sólárið eitt undirskot áljóðandi 5 dagar.

Yvir seks ár vil hendan býtingin geva eitt undirskot á ein heilan mánað.

Hetta rættaðu tey til við at taka trettanda mánaðin við. Talið trettan kom á hendan hátt at hava ein avgerandi leiklut. Pátrúgv hevur altíð verðið knýtt at øllum, ið víkur tí normala.

Hjálp - trettan til borðs
Flestu av okkum hava sikkurt hoyrt, at vit ikki skulu vera trettan til borðs, tí tað ber ólukku við sær.

Pátrúgvin sigur enntá, at ein av teimum trettan við borðið ferð at doyggja innan árið er úti.

Hendan ímyndin stavar heilt týðuliga frá Nýggja Testamenti, har tað verður sagt frá síðstu kvøldmáltíðini, har Jesus og lærusveinar hansara vóru trettan til borðs.

Her kann tann trettandi perónurin bæði vera Judas, sum efturfylgjandi hongdi seg, ella er tann trettandi persónurin Jesus, ið fáar dagar seinni varð krossfestur.

Tann norðurlenska gudalæran hevur eitt líknandi dømi. Í Valhøll vóru 12 gudar bodnir til fínt borðhald. Men Loke kemur sum óðboðin gestur nummar 13, og Loke myrðir gudin Baldur.

Síðst men ikki mindst so er mytan um 13 til borðs eisini at finna í ævintýrum.

Í Tornurósu verða bert 12 av 13 álvum boðin til borðs, tí kongur einans eigur 12 gulltallerkar.

Tann trettanda álvagentan kastar eina vanbøn yvir Tornarósu, har hon skal sova í 100 ár.

13-talið – eina ringa lagnu
Orsaka av at 13-talið av mongum verður sæð sum eitt tal, ið ber ólukku við sær, hava fólk gjøgnum árini roynt at koma sær undan tí.

Else Marie Kofod hevur fleiri dømir í sínum skjalasavnið, um hvussu talið trettan hevur haft ein týdningarmiklan leiklut.

»Heilt aftur í 1878 í Horsens, var tað ein húseigari, ið mótmælti at seta trettan talið sum sítt húsanummar, og slapp undan at gera tað. Og tá ”TV-Byen” var í Gladsaxe, vóru tað eingin kontór á trettandu hædd. Og tað finnast fleiri gomul hotel í Keypmannahavn, ið ikki hava trettandu hædd.«

Á nógvum flogvøllum verður tú ikki biðin um at fara til Gate 13, tí tey hava onki Gate 13. Og summi sjúkrahús velja ikki at hava eina skurðstovu nummar 13.

Nýggj fyribrigdi
»Tað kann skjótt gerast eitt sjálvsuppfyllandi profeti. Aftaná at fríggjadagur tann 13 hevur fingið orð á seg at vera ein serliga óeydnisdagur, eru tað funnin fram fleiri dømir um hetta. Dentur verður tí lagdur á at finna fram dømir, sum vátta at dagurin ber óeydnu við sær. Og vit skúgva alt burtur, ið talar hesum ímóti,« sigur Else Marie Kofod.

Fleiri kanningar eru gjørdar fyri at finna útav, um tað veruliga henda fleiri ólukkur fríggjadag 13.
Niðurstøðan av hesum kanningum vísir eina ósemju, og at granskarar ikki eru samdir um at fleiri ólukkur henda fríggjadag 13.
 
Ein granskari sigur seg kunna prógva at fleiri ferðsluvanlukkur henda hendan dag, meðan ein annar granskari, metir seg kunna prógva tað øvuta.

ðufilmar og teirra ávirkan
Eitt er at fríggjadagur 13. verður settur saman við ólukkur, nakað heilt annað er, at gera dagin til ein óhunagligan dag.

»Aftaná at filmsheimurin hevur tikið fríggjadag trettanda til sín, er hann tey síðstu 30 árini settur saman við at vera ein óhugnaligur dagur,« sigur Else Marie Kofod.

Filmsfyritøkan Georgetown Productions hevur prógvað, at vinningur er at heinta í ræðsluni hjá øðrum.

Í 1980 framleiddi fyritøkan filmin ”Friday the 13.", har tannáringar á ein andstyggiligan hátt vórðu myrdir hvørja ferð tað var fríggjadagur 13.

Filmurin gjørdst ein stór succes og er endurnýggjaður óteljandi ferðir við eftirkomarum, sum eru við til at halda lív í mytuni um at vandamikil og óhugnalig ting kunnu henda fríggjadag tann 13.

Kelda: Videnskab.dk