d643778621cbc546074391bcd8a2c25a.jpg
Skriva út
Lagt út: 13.08.2010

Hvat er humor?

Vit eru sjáldan í iva um nær okkurt veruliga er stuttligt. Men hvat er tað, sum í veruleikanum fær okkum til at bresta í skellilátri?

Hetta hevur í leingi verið eitt loyndarmál, men nú siga granskarar frá University of Colorado, at teir hava funnið útav hesum loyndarmáli. Sambært granskarunum er humor eitt ‘úrslit av einum (góðum) broti av mátanum, sum heimum átti at verið uppá’.

Fólk halda, at nakað er stuttligt, um tað gongur ímóti tí, sum tey vanliga halda er sambæriligt, við tí fyrivarni at tað samstundis er meinaleyst.

Fyri at finna útav um hald er í hesi fatan, so fingu granskararnir sjálvboðin fólk, at vera við til nakrar royndir.

Í eini av royndunum setti ein pylsuframleiðari ein rabbinara í starv til at gera reklamu fyri svínaúrdráttum; og í einum øðrum føri, setti pylsuframleiðarin ein bónda í starv. Tá Rabbinarin var settur í starv, fóru royndarpersónarnar í størri mun at flenna, enn tá bóndin var settur í starv, tí at tað var eitt moralskt brot og ikki heilt sambæriligt.

Hendan fatanin kann eisini greiða frá, hví tað er so trupult við tvør-mentunarligum humor, tí at tað varierar frá mentan til mentan hvat eitt ‘gott brot av mátanum, sum heimurin átti at verið uppá’ er.

Kelda: videnskab.dk