Hvalspyggjur I Kaldbak
Skriva út
Lagt út: 26.09.2024

Hvalspýggjur kunnu hótta alifisk

Nøgdirnar av ávísum sløgum av hvalspýggju eru øktar seinastu árini, helst tí at sjógvurin gerst heitari orsakað av veðurlagsbroytingum. Álop av stórum nøgdum av pinkuhvalspýggju hevur elvt til stórar trupulleikar hjá alivinnuni í grannalondunum, serliga í Skotlandi og Noregi, har alifyritøkur hava havt trupulleikar við felli orsakað av hvalspýggju. 

– Hvalspýggjurnar hava notukyknur, ið brenna ella skræða táknurnar og skræðuna á fiskinum, so hann fær sár. Tað ger fiskin meira viðbreknan fyri aðrari smittu og sjúkum. Nøkur sløg kunnu eisini seta seg á táknurnar, so fiskurin kvalist. Harumframt kunnu tær eisini ørkymla fiskin og gera hann strongdan, sigur Amanda Vang, deildarleiðari á Firum, sum hevur tikið stig til eina granskingarverkætlan um hvalspýggju í føroyskum sjógvi.

Ein føroysk hvalspýggju yvirvøka skal setast í verk, og ein hvalspýggju dátugrunnur skal stovnast og mennast. Umframt dátur, ið granskararnir savna, er ætlanin at fáa fólk kring landið at hava eyguni eftir hvalspýggjum og senda myndir til Firum, sum eyðmerkir hvalspýggjurnar og leggur myndirnar á ein portal

Í Føroyum vita vit enn ikki um, at hvalspýggja hevur gjørt stórvegis skaða á alifisk, men tað merkir ikki, at tað ikki er komið fyri her eisini.

Granskararnir royna nú at finna fram til, um somu hvalspýggjusløg, ið hava elvt til trupulleikar aðrastaðni, eisini eru í føroyskum sjógvi.

- Sannlíkt er, at hvalspýggjur eisini kunnu vera ein hóttan fyri føroyskan alifisk, men enn vita vit sera lítið um útbreiðslu og atferð hjá hvalspýggjum í føroyskum sjógvi. Dáturnar, sum vit útvega, eru eitt týðandi fyrsta stig til at skilja, um blóman av hvalspýggju hevur samband við trupulleikar við táknuheilsuni og felli hjá føroyskum alifiski, sigur Amanda Vang.

Les grein í Vísindavøkublaðnum um gransking av hvalspýggju her

Vísíndavøkublaðið 2024 sæst her