Hugvísindi í heiminum í 2015
Humanities World Report 2015 er nýggj bók, sum er fyrsta av sínum slagi og gevur yvirlit yvir hugvísindi í øllum heiminum. Bókin er givin út í samsvari við Open Access politikkin, sum merkir ókeypis talgild atgongd.
Bókin er grundað á umfatandi gjøgnumgongd av bókmentum og samrøðum við 90 vísindafólk í meira enn 40 londum. Bókin er eitt stig á leiðini í royndini at meta um støðuna hjá hugvísindum í heiminum í dag. Evnini fevna um virðir í hugvísindunum, um avbjóðingina, ið alheimsgerðin hevur við sær, um talgildu møguleikarnar, um hvussu hugvísindini verða stuðlað og um samspæl millum hugvísindi og samfelag. Hóast eintáttaðu fatanina um, at hugvísindafólk sita fyri seg sjálvi, so vísir henda kanning, at tey í teirra arbeiði leggja stóran dent á samfelagsvirðini og at viðgera avbjóðingarnar í heiminum.
Bókin er skrivað av Poul Holm, professara á Trinity College í Dublin, Arne Jarrick, professara á Lærda Háskúlanum í Stokkhólmi og Dominic Scott, professara á Lærda Háskúlanum í Virginia í USA.
Av tí at bókin er givin út í Open Access, ber til at lesa hana beinleiðis á netinum. Bókin kann lesast ella takast niður her
Les um Open Access politikkin fyri vísindaligt arbeiði her