Hugur og evni at granska er ikki nokk
Tað er ikki bara í Føroyum, at áhugaverdar og skikkaðar umsóknir verða avvístar vegna vantandi fígging. Í norska tíðarritinum FORSKNINGSpolitikk 1/2008 vísa tríggir professarar á, at fleiri verkætlanir, sum vóru mettar at vera sera góðar, fingu avslag vegna ov lítla granskingarjáttan í mun til verkætlanir. Spurt verður, um tað í longdini ikki fer at henda ein útflyting av hugskotum og fólki, um granskarar fáa eina góða meting av sínum verkætlanum, men ikki pengar.
Føroyska Granskingarráðið hevur seinnu árini eisini kunna staðfest, at tað hava verið væl fleiri skikkaðar og áhugaverdar verkætlanir, enn tað hevur verið játtan til. Undir valstríðnum varð nógv tosað um at raðfesta gransking munandi hægri. Serliga varð dentur lagdur á at menna Fróðskaparsetrið, men eisini varð tosað nógv um ynskta ES-granskingarsamstarvið. Her vantar í dag tøk játtan til føroyska partin av ES-verkætlanum.
Annika Sølvará, stjóri, vísti í tíðargrein í Sosialinum undan valinum á, at tað er neyðugt at økja játtanina á fleiri økjum, um tað neyðuga samspælið millum stovnar og vinnu skal kunna gangnýtast.
Nú verður bíðað við spenningi eftir fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008, sum helst verður lagt fram alment mánadagin 21. apríl, fyri at síggja, hvørji av politisku lyftunum hava megnað at vunnið sær pláss á fíggjarlógini.
Les alla greinina í FORSKNINGSpolitikk
Les tíðargreinina hjá Anniku Sølvará