HPV- koppsetingin hevur eingin hjáárin
Tað vísir ein greining, ið er bygd á kanningar av áleið eini millón gentum úr Svøríki og Danmark.
Tað eru svenskir og danskir granskarar á KI og Statens Serum Institut í Keypmannahavn, ið hava staðið fyri granskingini.
Granskararnir hava kannað heilsuyvirlit av 300 000 gentum, ið hava fingið HPV-koppseting og samanborið tær við tær 700 000 genturnar, ið ikki hava latið seg koppsetta. Kanningin er bygd á gentur úr Svøríki og Danmark og sum eru føddar í tíðarskeiðinum 1988 og 2000.
Humant papillomavirus (HPV) er ein virusbólkur, ið kann elva til lívmóðurhálskrabba. HPV smittar við samlegu.
- Vit síggja einki, ið bendir á, at HPV-koppsetingin kann hava við sær álvarslig hjáárin, sigur Lisen Arnheim-Dahlström, granskari á Institutt fyri medisinsk epidemiologi og biostatistikk á Karolinska Institutet (KI).
Les alla greinina her: Forskning.no
http://forskning.no/artikler/2013/oktober/369658/