da0e5bcf03d05bb4a3b05532611b6598.png
Skriva út
Lagt út: 15.05.2015

Hósdagin 21. mai verður fundur um flytføri í Horizon 2020

Hósdagin 21. mai verður kunningarfundur um flytføri í Horizon 2020

Vit fara ígjøgnum útboðini í flytføriskipanini, Marie Sklodowska-Curie Actions.

Talan er um stuðulsskipan, sum stovnar, fyritøkur og einstaklingar kunnu søkja stuðul úr. Skipanin fevnir bæði um netverk, tvs. har fleiri partar luttaka í verkætlanini, og um flytføri hjá einstaklingi, sum kann søkja saman við stovni ella fyritøku í øðrum landi. Flytføri skal vera millum lond. Talan kann verða um at flyta millum virkis – og/ella fakøki.

Tað kann hugsast at vera áhugavert hjá teimum, sum nú fara undir hægri lestur at fáa kunnleika um møguleikarnar í flytføriskipanini, sum m.a. kann gera tað møguligt at koma aftur til Føroya eftir loknan lestur við stuðli til t.d. ph.d. útbúgving.

Á fundinum fer Ólavur Gregersen stjóri á Syntesa at greiða frá sínum royndum við altjóða verkætlanum. Syntesa hevur góðar royndir sum umsøkjari í FP7 og nú eisini í Horizon 2020. Nýggjasta verkætlanin hjá Syntesa hevur fingið stuðul úr flytføriskipanini í Horizon 2020.

Kunningarfundurin verður í hølunum hjá Fróðskaparsetri Føroya í Jónas Broncks gøtu 25, hósdagin  21. mai kl. 14.00.