Horizon Europe sáttmálin samtyktur
Við 2.viðgerð í dag, tann 18. mars 2022, hevur Løgtingið einmælt samtykt uppskotið til samtyktar um sáttmála millum Føroyar og Evropasamveldið um luttøku Føroya í samstarvsætlanum Samveldisins.
Løgtingssamtyktin er stórt stig á leiðini hjá Føroyum at gerast atlimaland í Horizon Europe (2021-2027). Sáttmálin er eisini til viðgerðar í ES kervinum og tá ið tann viðgerðin er liðug, kann sáttmálin undirskrivast av pørtunum.
Sáttmálin fær gildi afturvirkandi og fevnir sostatt um alt Horizon Europe tíðarskeiðið.
Umframt Horizon verður møguligt hjá Føroyum at gera avtalu um luttøku í øðrum ES skráum, sum til dømis Erasmus+ og Creative Europe. Og tað fegnast Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum um.
Í álitinum mælir nevndin harumframt landsstýrismanninum til at styrkja tann partin, sum hevur við fyrireiking og íverkseting av granskingarsamstørvum at gera.
Nevndin upplýsir, at tað er ongin loyna, at sjálv tilgongdin at gerast partur av granskingarsamstørvum á ymsum økjum kann vera krevjandi. Tíðin og orkan hjá granskarum skulu í minst møguligan mun fara til fyrisitingarligar uppgávur, tí tað er orkuspill.
Nevndin heldur, at hóskandi er at lata hesa uppgávu liggja hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum er granskingargrundaður stovnur. Skilabest er at lata egna skrivstovu ella starvsfólk sita fyri hesum partinum. Tað vil menna vitan og royndir á økinum og vil vera við til at gera fyrireikandi arbeiðið bæði skjótari og lættari í longdini, granskingini at frama.
Ein samd Uttanlandsnevnd tók undir við uppskotinum og mælti Løgtinginum til at samtykkja LM-070/2021: Uppskot til samtyktar um sáttmála millum Føroyar og Evropasamveldið um luttøku Føroya í samstarvsætlanum Samveldisins.
Kelda: Løgtingið