Horizon Europe arbeiðið seinkað
Horizon Europe er skráin hjá ES nevndini fyri árini 2021 – 2027. Skráin er stór og fer at hava nógv at bjóða føroyskum granskarum og øðrum, bæði í almenna og privata geiranum.
Verkætlanir, sum kappast um luttøku í Horizon, umboða altjóða samtøk og snúgva seg um evni, sum eru viðkomandi fyri Evropa ella sum eru ásett í altjóða dagsskráum.
Eftir ætlan skuldu fyrstu umsóknirnar um stuðul longu verið sendar inn, men arbeiðsskráirnar, sum eru grundarlagið fyri umsóknunum, eru ikki klárar enn. Tí er almannakunngerðin útsett enn eina ferð.
ES nevndin metir nú, at arbeiðsskráirnar verða klárar og kunngjørdar í endaligum líki umleið hálvan juni og at fyrstu freistirnar at søkja verða í oktober.
Hóast endaligu útgávurnar av Horizon útboðum ikki eru tøkar, so verður arbeitt við umsóknum. Summi hava fingið hendur á kladdur til arbeiðsskráir, meðan onnur taka støði í tí, sum er tøkt á netinum. Vit hava áður skrivað um ScienceBusiness, sum hevur likið skjøl, sum annars eru latin umboðum í ES londum í trúnaði.
Fleiri netfundir verða fyriskipaðir, meðan bíðað verður eftir endaligu útgávunum og freistunum fyri at søkja um stuðul.
Netfundir um samanseting av samtøkum
Ein av stóru avbjóðingunum í luttøkuni í Horizon Europe er at finna hóskandi samstarvspartar.
Júst hetta er evnið í fundarrøð, sum Stóra Bretland skipar fyri í juni mánaði. Røðin kallast “Horizon Europe Consortia Building Series”.
Tá ið fundarluttøkan verður skrásett, upplýsir luttakarin evnið, sum ætlanin er at fylgja, og spurt verður um ynski at finna samstarvspartar. Á fundinum ber eisini til at bera fram egin hugskot í sambandi við røð av “pitching of project ideas”.
Dentur verður lagdur á “Pillar II” í Horizon Europe, har útboðini eru skipað í seks ymiskar bólkar.
Les meira um tiltakið, arbeiðsskráirnar og skráset luttøkuna her
Føroyski atlimaskapurin
Føroyar høvdu atlimaskap í Horizon 2020, sum var galdandi frá 2013-2020.
Nú samráðast føroyskir myndugleikar við ES nevndina um atlimaskap í Horizon Europe.
Fyrstu fyrireikandi fundirnir hava verið og væntandi verða ítøkiligar samráðingar um nýggjan sáttmála heilt skjótt. Eftir ætlan skal verða komið á mál í hesum árinum.
At atlimaskapur í Horizon Europe ikki er endaliga samtyktur enn, hevur ikki ávirkan á umsóknir, sum verða sendar inn í hesum árinum. ES nevndin miðjar eftir at gera avtalu um atlimaskap í Horizon Europe við øll tey londini, sum hava luttikið við atlimaskapi í Horizon 2020. Tí verður umsókn úr Føroyum í hesum skiftistíðarskeiðinum viðgjørd, sum var talan um umsókn úr einum landi við atlimaskapi.