Horizon 2020 úrslit og íblástur
Nógvir mátar eru at fáa íblástur til eina nýggja verkætlan. Tað ber til dømis til at kaga út í Evropa, har granskarar, fyritøkur og stovnar higartil hava fingið nógv burturúr at luttaka í verkætlanum í Horizon 2020.
Føroyar luttaka í Horizon 2020 á jøvnum føti við onnur lond í Evropa og tí eru føroyskir stovnar og fyritøkur í fleiri áhugaverdum verkætlanum.
Tað eru fleiri leitimøguleikar á DashBoard, har úrslit úr Føroyum síggjast. M.a. ber til at leita í funkuni Success Stories og velja 'Faroe Islands' til.
Nýggjasta søgan um Føroyar er um verkætlanina Blue-Action, sum Havstovan luttekur í. Blue-Action er ein granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls betur at skilja sambandið millum veðurlagið í arktiskum øki og longri suðuri í Evropu. Les um Blue-Action verkætlanina her
Ein onnur áhugaverd síða er heimasíðan Executive Agency for SMEs (EASME), har eitt samvirki kort vísir føroysku fyritøkurnar, sum hava fingið stuðul úr SME Instrument. Eisini ber til at lesa um nýggju framleiðsluna, sum hevur fingið stuðul. Sí kortið her
Útboðini í Horizon 2020 síggjast á Funding & Tenders Portal, sum er ein nýggjur og dagførdur portalur. Flestu útboðini hava umsóknarfreist og tey verða øll lýst í arbeiðsprogrammum. Arbeiðsprogrammini fyri árið 2020 verða almannakunngjørd 24. juni.