Horizon 2020 skjótt av bakkastokki
Í døgunum 15. og 16. oktober er stórur kunningarfundur í Brussel um karmarnar og innihaldið í nýggju granskingarskránni Horizon 2020. Á fundinum eru umboð fyri øll luttakaralondini í ES-granskingarsamstarvinum og ein røð av embætisfólki úr ES, sum leggja fram og svara spurningum í hópatali.
Tað eru National Coordinator og Legal & Financial NCP umboðini fyri londini eru á fundinum. Kristianna Sjóvará, ráðgevi í Mentamálaráðnum, og Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, umboða Føroyar.
Horizon 2020 fer formliga í gongd 1.1.2014, men longu frá endanum av oktober verða kunningardagar í ymsu londunum um nýggju skipanina.
ES og Føroyar hittast á fundi í desember um framhaldandi samstarvið. Væntandi verður føroyski kunningardagurin um Horizon 2020 í seinnu helvt av januar 2014.
Tað ber til at fylgja fundinum live fram til umleið 13.30 hósdagin her
Seinni fer at bera til at hyggja at bandaðari upptøku av fundinum.
15. oktober 2013
16. oktober 2013
Les um Horizon 2020 her