Horizon 2020 játtan til Fróðskaparsetrið
Bogi Bech Jensen professari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum hevur saman við samstarvsfeløgum fingið játtan frá ES-granskingarskránni Horizon 2020 til eina fýra ára granskingarverkætlan.
Verkætlanin snýr seg um at endurnýta permanentar magnetir úr el- og hybridbilum, fyri síðan at framleiða nýggjar motorar. Náttúruvísindadeildin skal menna motorar, sum eru serliga væl egnaðir til endurnýtslu. Peningurin, sum er játtaður til Náttúruvísindadeildina, skal brúkast til at seta ein ph.d. student og til aðrar útreiðslur í samband við granskingarverkætlanina. Magnet er eitt avmarkað tilfeingi, og tí verður nógv gjørt við at endurvinna hetta tilfarið.
Umsóknin varð skrivað saman við fleiri evropeiskum samstarvspartnarum, so sum Fiat í Italia, KU Leuven í Belgia, Institut Jozef Stefan í Slovenia, University of Birmingham í Bretlandi, Valeo í Fraklandi og øðrum. Umsóknin fekk serstakliga gott skotsmál, har serligur dentur varð lagdur á vísindaliga ávirkan (impact) og skipanina av verkætlanini.
Samlaða játtanin til verkætlanina er 3,8 mió. evrur. Harav fara 290.000 evrur, svarandi til knapapr 2,2 mió. kr. til Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya.
Hetta er fyrstu ferð, at Fróðskaparsetur Føroya fær pening úr EU Horizon 2020.
Les um Boga Bech Jensen í Heilagrunninum