986d23534616cfb959b485df7ce93f2a.jpg
Skriva út
Lagt út: 30.11.2011

Horizon 2020 avdúkað

Kommissiónin hevur lagt fram sínar hugsanir um Horizon 2020, sum vil gera tað lættari og einfaldari hjá umsøkjarum at søkja um fígging, og sum er ætlað at gera tað greiðari hjá góðum hugskotum at koma á marknaðin.

Í dag læt ES kommissiónin hurðina upp fyri, hvussu Horizon 2020 fer at síggja út. Hetta hendi á tíðindafundi í samband við at Kommissiónin hevur viðtikið lógargrundarlagið fyri nýggju skipanini, sum tekur yvir, tá FP7, Sjeynda Rammuskráin, rennir út við árslok 2013. Horizon 2020 fevnir eins og FP7 um eitt 7 ára skeið. Samlaði fíggjarkarmurin er € 80 mia.

Við Horizon 2020 setir kommissiónin út nýggja kós, tá tað snýr seg um at stuðla gransking og menning í Europa. Nýggja skipanin fevnir breiðari enn núverandi rammuskrá, við tað at hon eisini kemur at fevna tvær aðrar skipanir, nevnliga CIP (The Competitiveness and Innovation Framework) og EIT (The European Institute of Innovation and Technology). Sostatt er nýggja skipanin ein sameining av trimum núverandi skipanum.

Í mun til FP7 við sínum 6 serskipanum hevur Horizon 3 serskipanir:
1. Excellent Science. Hendan skipanin miðar eftir at stuðla framúrskarandi gransking í europa. Skipanin hevur ein samlaðan fíggjarkarm uppá €24,6 mia, og skal styrkja støðuna hjá ES sum ein heimsleiðara innan gransking. Skipanin fevnir um:

  • € 13,2 mia. til ERC (European Research Coucil), sum stuðlar framúrskarandi granskarum. Í dag her hendan skipanin kend sum IDEAS
  • € 3,1 mia. til FET (Future and emerign technologies), sum letur upp fyri nýggjum granskingarøkjum.
  • € 5,75 mia. til Marie Curie tiltøk fyri menna granskingar- og nýskapanarførleikar í Europa við flytføri, venjing og yrkismenning hjá granskarum. Í FP7 er skipanin eisini kend sum Marie Curie, undir serskránni PEOPLE.
  • € 2,4 mia. til at stuðla granskingarkervi í Europa. Í dag kend sum Infrastructure i CAPACITY serkipanini.


2. Industrial leadership. Hendan skipanin skal virka til at gera Europa eitt enn meira áhugavert øki til at gera íløgur í gransking og menning. Fíggjarkarmurin fyri øll sjey arini er: € 17,9 mia. Skipanin fevnir m.a. um stórar íløgur í týðandi ídnaðarliga tøkni so sum KST, nanotøkni, biotøkni og rúmdartøkni.

3. Societal challenges. Hendan skipanin er ætlað at viðgera týðandi viðurskifti, sum viðkoma borgarum í Europa. Í skipanin eru € 31,7 mia., sum fevnir um seks øki:

  • Heilsa, demografiskar broytingar og vælvera
  • Matvørutrygd, burðadyggur landbúnaður, hav og havgransking og bio-grundaður búskapur (bio-based economy)
  • Tygg, rein og mundadygg orka (efficient energy)
  • Smart, grøn og sameindur flutningur (integrated transport)
  • Veðurlags virkni, tilfeingis effektivitetur og ráðvøra
  • Inkluderandi, nýskapandi og trygg samfeløg.