H2020 eftirmeting
Skriva út
Lagt út: 04.09.2017

Horizon 2020 á miðjari leið

Horizon 2020 er rammuskráin hjá ES kommissiónini fyri árini 2014-2020, har tað sambært umsókn verður játtaður fíggjarligur stuðul til gransking, menning og nýskapan.

Í sambandi við at komið er miðskeiðis í skránni hava fleiri lond mett um støðuna og eisini latið ES kommissiónini niðurstøður úr nationalum nøgdsemiskanningum.

Í Noregi er høvuðsniðurstøðan, at norskir luttakarar og myndugleikar eru vælnøgd við Horizon 2020 og at skipanin virkar betri enn undanfarna skrá, FP7. Mett verður, at tað hevur eydnast væl at samantvinna gransking og nýskapan og harvið fáa granskarar, vinnulív, tað almenna og samfelagið at virka saman.

Yvirskipað verður mett, at skipanin við trimum høvuðssúlum – sum eru: framúrskarðandi vísindi, ídnaðar leiðsla og samfelags avbjóðingar – virkar væl, sigur ráðgevi í altjóða viðurskiftum í norska Forskningsrådet.

Av tí at Horizon 2020 er somikið vælumtókt mugu luttakaralondini og ES kommissiónin ásanna, at Horizon 2020 sær út til at vera offur fyri hesum góðu undirtøkuni. Talið av umsóknum er væl hægri enn tøka játtanin, og tað sæst aftur í talinum av avbera góðum umsóknum, sum tíverri ikki fáa stuðul. Út frá hesum ber til at staðfesta, at umsøkjarar nýta ov nógva tíð til at skriva umsóknir, sum ikki fáa stuðul.

Horizon 2020 hevur móttikið fleiri enn 100.000 umsóknir, sum er ein øking uppá 65% í mun til árliga talið av umsóknum í FP7.

Umsøkjarar eru høgtstandandi luttakarar frá hægri lærustovnum, granskingarøkjum og privata vinnulívinum, sum umboða fleiri vísindagreinar og evnir.

Stuðulsmóttakararnir eru hægri lærustovnar og granskingarstovnar, sum samlað sæð higartil hava móttikið 64,9% av játtanunum, privata økið hevur móttikið 27,7% og almennir myndugleikar og aðrir felagsskapir hava móttikið 7,3%.

23,9% av samlaðu játtanunum eru farnar til smáar og miðalstórar fyritøkur og er tað meira enn væntað. Meira enn helvtin av luttakarunum søkja fyri fyrstu ferð.

Luttakarar eru úr 130 londum, íroknað 87 triðja-lond, tað eru lond, sum ikki luttaka í Horizon 2020 sambært avtalu við ES.

Føroyar hava atlimaskap í Horizon 2020, tí luttaka føroyingar á jøvnum føti við umsøkjarar úr ES londum.

Føroyska luttøkan higartil er nøktandi í mun til okkara umhvørvi, tó at øll øki og evni ikki eru eins væl umboðaði. Higartil eru umleið 50 umsóknir sendar inn og fleiri enn 10 verkætlanir hava fingið játtað fíggjarligan stuðul.

Les meira um miðvegis eftirmetingina hjá ES kommissiónini her

Les um eftirmetingina hjá Norges Forskningsråd her

Tak niður bókling frá ES kommissiónini um eftirmetingina her