144f79d1e5c653b7575f8802dc41c146.png
Skriva út
Lagt út: 08.08.2016

Horizon 2020 á Hotel Hafnia 15. september

Tann 15. september skipa ES kommissiónin og Granskingarráðið fyri kunningarfundi um flytføri í Horizon 2020.

Fundurin er partur av átaki hjá ES kommissiónini at stimbra luttøkuna í londum, sum hava atlimaskap í Horizon 2020.

Føroyar fingu atlimaskap í desember 2014 og tó at føroyska luttøkan í evropeiskum verkætlanum sum heild gongur framá, so eru Føroyar eftirbátur í mun til flytføri – tvs. í tí partinum av Horizon 2020, sum verður nevndur: Marie Sklodowska-Curie Actions (MSCA).

Tað eru 4 ymiskir møguleikar at søkja um stuðul í MSCA.
•    Innovative Training Networks (ITN) – útbúgvingarnetverk
•    Individual fellowships (IF) – stuðul til einstakan granskara, sum skal hava ávísar royndir  
•    Research and Innovation Staff Exchanges (RISE) – altjóða netverk og samstarv millum økir
•    Co-funding – samfígging av verkætlanum

Felags fyri alla MSCA skránna er, at umsøkjari skal flyta millum lond.

Tað er fyrimunur, um umsøkjari ætlar at virka innan annað økið, enn tað, sum viðkomandi t.d. arbeiðir við í Føroyum.

Yvirlit yvir MSCA og komandi umsóknarfreistir sæst her

Á fundinum verður serligur dentur lagdur á ITN og IF.

ITN útboðini síggjast á EURAXESS portalinum, tá ið t.d. eitt universitet hevur fingið játtað stuðul til eitt útbúgvingarnetverk.

Í IF søkir granskari saman við stovni/virki í øðrum landi. M.a. verður á fundinum greitt frá um nýggja panelið: ‘Society and Enterprise’, sum er ætlað at økja luttøkuna hjá privatum vinnufyritøkum og virkjum. 

Skráin 15. september sær soleiðis út, men tað kunnu verða gjørdar smærri broytingar.

08:45 – 09:15    Registration/Coffee

09:15 – 09:30    Welcome and introduction
Annika Sølvará, Director of the Research Council

09:30 – 10:45    Opportunities for funding within the Marie Skłodowska-Curie actions
Maria Tsivertara, European Commission, DG Education and Culture

10:45 – 11:45    How to write a good proposal for ITN
Testimonial by Morten Gylling Jørgensen, Danish MSCA NCP

11:45 – 12:15    IF, focus on the new ‘Society and Enterprise’ panel
Maria Tsivertara, European Commission, DG Education and Culture

12:15 – 12:50    Brainstorming possibilities
- What can your NCP do for you?
- Euraxess and the Research Council
- Register as expert
Annika Sølvará & Maria Húsgarð, Faroese Research Council

12:50 – 13:00    Summing up
Annika Sølvará, Faroese Research Council

13:00 – 14:00    Networking lunch

Fundurin verður á Hotel Hafnia og er almennur og ókeypis. Øll áhugaði eru vælkomin at møta. Neyðugt er tó at melda til á síðuni, sum ES kommissiónin hevur gjørt til endamálið.

Melda til her